Byrja við virkisætlanini
Ein virkisætlan er ein lýsing av tínari komandi fyritøku og ein ætlan yvir, hvussu tú ætlar at reka og menna hesa. Tá ið tú gert tína virkisætlan, skapar tú eitt yvirlit, ið ger tað nemmari fyri onnur, at síggja hvat tú arbeiðir við.
Ein virkisætlan inniheldur upplýsingar um fíggjarætlan, bygnað, sølu, marknaðarførslu og menningarmøguleikar.
Ein virkisætlan hjálpir tær:
- at byggja og fremja tína framtíðarhugsan og visjón
- at savna fakliga vitan og sannførandi upplýsingar
- at velja betri handilsligar avgerðir
- at vísa íleggjarum, at íløgan er góð
- at veita grundalagið fyri betri ráðføring
- at vísa, at tú ert álvarssom/álvarsamur og saklig/ur
Tá tú skalt gera tína virkisætlan, er lættast at nýta eina skabelón.
Vaks við vakstrarhjólinum
Vakstrarhjólið er eitt professionelt góðkent amboð til íverksetan og menning, og Hugskotið er sertifiserað til at nýta tað. Við at nýta Vakstrarhjólið kunnu vit í Hugskotinum á einfaldan hátt hjálpa at nágreina, hvørjar avbjóðingar og møguleikar fyri menning eru til staðar.
Tað eru fýra høvuðsavbjóðingar, sum støða skal takast til og sum eru grundleggjandi byggikubbar í eini fyritøku. Avbjóðingarnar eru at fáa eina áhugaverda og kappingarføra virkisætlan, ein sterkan bygnað, eitt varandi kundasamband og ein lønandi rakstur. Avbjóðingarnar eru tær somu fyri allar fyritøkur. Vakstrarhjólið tryggjar, at atlit verða tikin til øll viðurskifti.
Business Model Canvas
Business Model Canvas er eitt altjóða viðurkent amboð til íverksetan og menning av fyritøkum. Hugskotið er sertifiserað til at nýta Business Model Canvas.
Myndilin er uppbygdur av níggju byggisteinum sum allir ávirka hvønn annan. Myndilin er serliga góður til at skapa eitt sjónbært yvirlit yvir verkætlanina og øll liðini í verkætlanini fyri at finna fram til, hvat handilsmodel hóskar best til fyritøkuna.
Videovegleiðingar
Hent skjøl
Zagga tá hini zigga
Trý boð uppá at finna egið stev
Tað ræður um at menna eitt egið hugskot. Eitt einfalt hugskot, ofta so einfalt, at tað er ótrúligt ongin hevur brúkt tað áður.
Vistarar um Hugskotið
Gerst partur av Hugskotinum.
Send umsóknina nú.
Vit eru hugskotið
Hugskotið hevur til endamáls at stimbra undir menningini av einum fjøltáttaðum vinnnulívi í kommununi við at veita verksetum góðar karmar, har rúm er fyri íblástri, nýhugsan og nýskapan. Vís meira.
Sóley H. Hammer
Leiðari
soleyhh@torshavn.fo
Tel. (+298) 289333
Súsanna Laursen
Samskipari
susannal@torshavn.fo
Tel. (+298) 213326
Anton
Klippfisk
klippfisk@klippfisk.fo
Tel. (+298) 222325