Persónsupplýsingar

Kunning um dátuvernd í samband við tiltøk og umbøn um ráðgeving ella innivist hjá Hugskotinum

Kunning um dátuvernd í samband við tiltøk og umbøn um ráðgeving ella innivist hjá Hugskotinum

Viðgerð av tínum upplýsingum
Tórshavnar Kommuna tekur dátutrygd og verju av tínum persónupplýsingum í størsta álvara. Ikki einans við at tryggja okkara kt-skipanir, men eisini við, at okkara starvsfólk í dagliga yrki sínum eru kunnaði og tilvitaði um, hvussu vit handfara persónupplýsingar sambært galdandi lóggávu. Í Tórshavnar Kommunu viðgera vit tær persónupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at loysa okkara uppgávur.

Tórshavnar Kommuna er dátuábyrgdari. Tað er okkara ábyrgd, at tú trygt kanst lata tínar persónupplýsingar til okkum.
Á leinkjuni niðast undir “Persónupplýsingarpolitikkur hjá Tórshavnar Kommunu” sært tú, hvussu tú samskiftir við okkum, um tú hevur spurningar viðvíkjandi persónupplýsingum, um dátutrygd ella fært illgruna um møgulig trygdarbrot.

Endamál og heimild fyri viðgerð av persónupplýsingum
Hugskotið er stovnur undir Tórshavnar Kommunu. Hugskotið viðger persónupplýsingar um teg fyri at loysa fyrisitingarligu uppgávur í samband við tiltøk, umbøn um ráðgeving ella innivist. Hugskotið savnar bert upplýsingar, ið eru neyðugar fyri at viðgera tína tilmelding til tiltøk ella umbøn um ráðgeving ella innivist á nøktandi hátt, og fyri at kunna halda avtaluna, sum verður gjørd við teg, í samband við tilmelding.
Soleiðis savna vit tínar dátur
Tá tú meldar til umvegis skipanina hjá Hugskotinum, letur tú okkum tær persóndátur vit hava tørv á fyri at veita tær rætta og nøktandi tænastu.
Hesar upplýsingar lata vit víðari til fyrilestrahaldara á tiltaki
Fyrilestrahaldari, á tiltaki tú meldar til, skal nýta ávísar persónupplýsingar hjá tær í samband við fyrireiking av tiltaki. Vanliga er talan um navn og teldupostadressu. Fyrilestrahaldari er skrivliga álagdur at strika persónupplýsingarnar, tá ið endamálið við at brúka upplýsingarnar er rokkið. Fyrilestrahaldari fær boð um hetta í teldupostinum, tá ið skrásetingarlistin til tiltakið verður sendur honum.
So leingi goyma vit tínar dátur
Hugskotið savnar bert neyðugar persónupplýsingar, og goymir hesar til sakliga endamálið við viðgerðini er rokkið. Tað kann vera ymiskt, hvussu leingi vit goyma tínar upplýsingarnar. Upplýsingar skulu í ávísum førum goymast fyri at kunna skjalfesta okkara fyrisitingarliga arbeiði.
Um talan er um upplýsingar, sum eru partur av einum málið, verða hesar goymdar í journalskipanini hjá Tórshavnar Kommunu, og avhendaðar Tjóðskjalasavninum, sambært avhendingaravtalu, og sambært lóg um skjalasøvn.
Er talan um skjøl, sum skulu goymast sum bókhaldsskjøl, verða hesi goymd sambært ásetingum í bókhaldslógini.
Fyrilestrahaldarin fær í teldupostinum við næmingalistanum boð um at strika tínar persónupplýsingar, sum hann umsitur, tá sakliga endamálið við viðgerðini av tínum upplýsingum er rokkið.
Tíni rættindi
Tú hevur altíð rætt til at vita hvaðani, og hvørjar upplýsingar, vit innsavna og skráseta um teg. Metur tú, at onkrar upplýsingar, sum vit hava innsavnað og skrásett, eru skeivar, hevur tú rætt at fáa hesar rættaðar.
Tú hevur eisini rætt til at fáa upplýsingar strikaðar. Hesin rættur er tó ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala ella annað endamál gevur Hugskotinum rætt til at varðveita og viðgera hesar upplýsingar. Ynskir tú at nýta tíni rættindi í samband við persónupplýsingar skalt tú skriva til torshavn@torshavn.fo.
Tú kanst lesa meira um hvørji rættindi tú hevur við at nýta leinkjuna undir “Persónupplýsingarpolitikkur fyri Tórshavnar Kommunu” niðanfyri.
Persónupplýsingarpolitikkur fyri Tórshavnar Kommunu