Vinnuforum 2026

Tíð
02/10/2026 Kl. 13:00 - 15:30


Á ársins Vinnuforum seta vit sjóneykuna á leiðslu, broytingar, vinnumøguleikar og á fólk og fyritøkur, sum hava sett nakað í gongd og skapað úrslit.

Tá ið vit hugsa ov nógv – frá ætlanum til handling

Kristian Eli Andersen hevur høvuðsinnleggið á Vinnuforum í ár.
Vit vilja fegin gera tað rætta, seta nógv í gongd og skapa broyting. Men hvat hendir, tá ið vit hugsa ov nógv, vilja ov nógv og seta ov nógv mál í senn?

Við støði í bókini Når ledere tænker for meget fer Kristian Eli Andersen at hugleiða um, hvussu stúran, ivi og føst tankamynstur kunnu ávirka avgerðir, samstarv, motivatión og trivnað á arbeiðsplássinum.

Hann fer eisini at seta sjóneykuna á okkara trongd til alla tíðina at seta nýggj átøk í gongd. Strategiir og ætlanir gerast ofta ov umfatandi, og nýggir leiðarar vilja fegnir seta sítt egna merki við nýggjum málum og broytingum. Men nær skapa broytingar veruliga virði – og nær missa vit fokus á tað, sum longu riggar?

Við teimum trimum A-unum – Attention, Attitude og Action – sum einum reyðum tráði, fær áhoyrarin bæði nakað at hugsa um og nøkur ítøkilig amboð til at skapa størri fokus, betri raðfestingar og meira handling í gerandisdegnum.

Seks kveikjandi søgur úr vinnuni

Eftir høvuðsinnleggið skifta vit tempo. Seks ymisk upplegg á átta minuttir geva okkum innlit í royndir, møguleikar og avbjóðingar úr føroyska vinnulívinum.

Vit hoyra frá: Eyðun Jacobsen frá Klintra, Annu Kalsø og Dianu Jógvansdóttir Hansen frá Reforma Pilates, Gilla N. Lorenzen frá Seafacts Solutions, Annleyg Lamhauge og Brim Hildardóttir Hoydal frá Visit Faroe Islands, Joan Sørensen frá Grønu Matveitingini og Marius Müller frá Umhvørvisdeildini.

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Elsa Berg, bjóðar vælkomin, og Heðin Mortensen, formaður í vinnunevndini, tekur samanum. Orðstýrari verður Krista Johnsdóttir Kreutzmann.

Vinnuforum er ókeypis og ætlað vinnulívsfólki, leiðarum, íverksetarum, politikarum og øðrum, sum hava áhuga fyri vinnu og menning.

Vinnuforum verður í Kongshøll fríggjadagin 2. oktober kl. 13.00-15.30. Tiltakið er ókeypis, men tilmelding krevst. Vit enda seinnapartin við ábiti, tónleiki og góðum møguleika fyri netverkan.

Onnur tiltøk

Tíð Tiltak
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Pætur Jakobsen á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Tania Ellis á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:30 - 16:00 Jens Brandt Bering á Vinnuforum
02/05/2022 Kl. 19:00 - 21:00 Matoyðsl
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Chik Collins
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Hákun Djurhuus
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Heini Winthereig Rasmussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Marita Debess Magnussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Regin Jacobsen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Tórheðin Jensen