Tórheðin Jensen

Fríggjadagin 20. mai verður tiltakið Vitan, Vinna og Visjón í Kongshøll, har ljós verður varpað á, hvussu gransking kann gagna vinnulívi og samfelagi, og hvussu vinnulívið kann gagna granskingini – eisini frælsu granskingini – í Føroyum.

Roynd vinnulívsfólk og granskarar fara at hava framløgur um, hvussu granskingarumhvørvið í Føroyum kann styrkjast. Ein av teimum er Tórheðin Jensen, sum er nevndarlimur í Varðanum Pelagic, har hann eisini er marknaðarleiðari. Tórheðin er harumframt fyrsti Doctor in Business and Administration (DBA) í Føroyum. Herfyri varð nýtt ráð sett á stovn undir Uttanríkis og – mentamálaraðnum, sum kallast “Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan”, og Tórheðin Jensen bleiv formaður har. Á degnum fer Tórheðin at greiða frá ætlanunum hjá ráðnum, og hvørja kós ráðið ætlar at seta fyri granskingina í Føroyum.

Tað eru Tórshavnar kommuna, Hugskotið og Fróðskaparsetur Føroya, sum skipa fyri evnisdegnum, har seinnaparturin er á tremur við royndum, netverkan og íblástri.

Tiltakið, sum verður í Kongshøll fríggjadagin 20. mai. frá 13:00 til 15:30, er ókeypis.

Onnur tiltøk

Tíð Tiltak
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Pætur Jakobsen á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Tania Ellis á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:30 - 16:00 Jens Brandt Bering á Vinnuforum
02/05/2022 Kl. 19:00 - 21:00 Matoyðsl
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Chik Collins
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Hákun Djurhuus
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Heini Winthereig Rasmussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Marita Debess Magnussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Regin Jacobsen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Tórheðin Jensen