Matoyðsl

Tíð
02/05/2022 Kl. 19:00 - 21:00


Mánadagin 2. mai kl. 19.00 skipar Hugskotið aftur fyri íverksetarakafé í Reinsarínum, hesaferð í samstarvi við árligu umhvørvisvikuna, sum Tórshavnar kommuna og Visit Tórshavn skipa fyri.

Í ár setur umhvørvisvikan sjóneykuna á matoyðsl, og hetta verður somuleiðis evnið, sum verður tikið upp á íverksetarakaféini.

Tað verður Helene Regnell, serfrøðingur innan Corporate Social Responsibility og burðardygd, sum kemur at greiða frá, hvussu fyritøkur kunnu gera sítt til at minka um matoyðsl, og hvørjar møguleikar og fyrimunir henda raðfesting kann hava fyri fyritøkuna.

Helene hevur meira enn 20 ára royndir innan CSR og burðardygga virkismenning bæði frá donskum og altjóða fyritøkum, eitt nú stórum fyritøkum so sum General Electric, Maersk og Salling Group. Helene hevur síðani 2017 hjálpt smáum og miðalstórum fyritøkum við stragtegium og samskifti í mun til burðardygd við síni fyritøku Lead Sustainability: https://www.leadsustainability.dk/

Onnur tiltøk

Tíð Tiltak
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Pætur Jakobsen á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Tania Ellis á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:30 - 16:00 Jens Brandt Bering á Vinnuforum
02/05/2022 Kl. 19:00 - 21:00 Matoyðsl
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Chik Collins
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Hákun Djurhuus
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Heini Winthereig Rasmussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Marita Debess Magnussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Regin Jacobsen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Tórheðin Jensen