Fríggjadagin 20. mai verður tiltakið Vitan, Vinna og Visjón í Kongshøll, har ljós verður varpað á, hvussu gransking kann gagna vinnulívi og samfelagi, og hvussu vinnulívið kann gagna granskingini – eisini frælsu granskingini – í Føroyum.
Roynd vinnulívsfólk fara at hava framløgur um, hvussu granskingarumhvørvið í Føroyum kann styrkjast. Ein av teimum er Regin Jacobsen. Regin er stjóri í Bakkafrost-samtakinum, ið er størsta alifyritøka í Føroyum. Føroyska alivinnan er í støðugari menning og er ein av berandi súlunum undir føroyska búskapinum. Gransking hevur stóran týdning fyri alivinnuna, og tann tørvurin fer bara at vaksa í framtíðini. Regin fer undir heitinum “Tørvurin á gransking í alivinnuni í Føroyum” at umrøða, hvussu menning og gransking eru við til at tryggja eina áhaldandi burðardygga framleiðslu.
Tað eru Tórshavnar kommuna, Hugskotið og Fróðskaparsetur Føroya, sum skipa fyri evnisdegnum, har seinnaparturin er á tremur við royndum, netverkan og íblástri.
Tiltakið, sum verður í Kongshøll fríggjadagin 20. mai. frá 13:00 til 16:00, er ókeypis.