Fríggjadagin 20. mai verður tiltakið Vitan, Vinna og Visjón í Kongshøll, har ljós verður varpað á, hvussu gransking kann gagna vinnulívi og samfelagi, og hvussu vinnulívið kann gagna granskingini – eisini frælsu granskingini – í Føroyum.
Roynd vinnulívsfólk fara at hava framløgur um, hvussu granskingarumhvørvið í Føroyum kann styrkjast. Helma Maria Tróndheim er vinnu-ph.d-lesandi á Fróðskaparsetrinum. Granskingarverkætlan hennara er í samstarvi við SEV, har hon hevur sína dagligu gongd.
Í síni ph.d.-vekætlan, sum tekur trý ár, hevur Helma Maria sett sær fyri at finna fram til, hvørjar tøkniligar loysnir kunnu stýra el-framleiðsluni frá vindmyllum og sólsellum, soleiðis at hon ótarnað kann halda fram, hóast orkukeldan er óstøðug.
Helma Maria hevur lagt granskingarúrslit síni fram bæði í Føroyum og uttanlands. Í mars 2021 fekk grein hennara serliga viðurkenning og heiður í viðurkenda tíðarritinum IEEE Open Access Journal of Power and Energy, og á Vísindavøku hjá Granskingarráðnum í september 2021 varð stuttrøðan hjá Helmu Mariu kosin tann besta.
Helma Maria fer at greiða frá, hvussu lívið er lagað hjá granskaraspíra í vinnuligum høpi.
Tað eru Tórshavnar kommuna, Hugskotið og Fróðskaparsetur Føroya, sum skipa fyri evnisdegnum, har seinnaparturin er á tremur við royndum, netverkan og íblástri.
Tiltakið, sum verður í Kongshøll fríggjadagin 20. mai. frá 13:00 til 16:00, er ókeypis.