20. mai kl. 19.00 skipar Hugskotið aftur fyri íverksetarakafé í Reinsarínum, og hesaferð verður evnið branding.
Tað verður Niels Arge Galán, stjóri á Sendistovuni, sum kemur at greiða frá um branding og týdningin av at skapa rætta brandið til tína fyritøku.
Evnini, sum Niels fer at koma ínn á verða:
-
Hvat er eitt brand?
-
Hvat er eitt brand ikki?
-
Branding er ikki tað, sum tú heldur
-
Hvat hevur branding og design at siga?
-
Hvussu velji eg eitt gott navn?
-
Hvat er eitt gott logo?
-
Fortel hví tú ert til!
Øll eru hjartaliga vælkomin við á íverksetarakafé, bæði tit sum umhugsa at byrja eina fyritøku, og tit sum longu eru í gongd, men ynskja íblástur.
Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug. Tilmelding fer fram her.
Um Niels Arge Galán
Niels hevur arbeitt í kreativu vinnuni í Føroyum síðani 2003, og ráðgevur dagliga stórum sum smáum fyritøkum, stovnum og feløgum um design og branding. Hann hevur verið stjóri á Sendistovuni síðani 2014, og hevur saman við Sendistovuni staðið fyri fleiri stórum sum smáum átøkum og rebrandingum. Niels trýr fult og fast upp á at design og branding gera mun og skapa virði.