Stórt átak verður nú, har lesand á Setrinum við bestu boðum um, hvussu trupulleikar í Arktis kunnu loysast, kappast um at gerast partur av inkubator toyminum hjá heilivágsframleiðaranum, Novozymes.
Hevur tú sum lesandi eitt boð uppá, hvussu ávísir trupulleikar í Arktis kunnu loysast, so kom so á kunningarfund í Hugskotinum í Sjóvinnuhúsinum 6. oktober klokkan 15:00 – 16:00.
Fróðskaparsetrið og Hugskotið bjóða tá øllum ágrýtnumlesandi á Setrinum til framløgu um verkætlanina Arctic Opportunity Explorers.
Verkætlanin varir frá oktober til januar, og Fróðskaparsetrið samstarvar við Háskóla Íslands, Grønlands Universitet, Tromsø Universitet, Danmarks Tekniske Universitet og College of the Atlantic um at fáa lesandi at vera við til at finna góðar loysnir til trupulleikar í Arktis. Trupulleikarnir, sum liggja undir granskingarluppinum, kunnu flokkast undir heimsmálini hjá ST, Góð heilsa og vælvera (#3) og Javnstøða millum kyn (#5).
Møguleiki er at samstarva í bólkum við universitetslesandi úr londunum í Arktis á samstarvsportalinum HelloScience.io.
Luttakarar fáa luttøkuprógv, og vinnandi hugskotið fær møguleika at gerast partur av inkubatorinum hjá danska heilivágsframleiðaranum, Novozymes.
Les meira um átakið í her.