Hóskvøldið 6. februar skipar Tórshavnar kommuna saman við Hugskotinum og Føroyingafelagnum á Fyn fyri føroyska tiltakinum Tórskvøld í Odense og fríggjakvøldið 7. februar kl. 19 verður skipað fyri sama tiltaki í Aarhus saman við Føroyingafelagnum í Aarhus
Komið framvið til eitt hugnaligt kvøld, har Tórshavnar kommuna bjóðar ein heimligan bita úr Føroyum og Okkara bjóðar okkurt leskandi afturvið. Tónleikabólkurin JASMIN spælir til tiltakið og eisini verður møguligt at netverka við aðrar útisetar og umboð úr Tórshavnar Kommunu og Hugskotinum.
Høvi verður at hoyra um fjølbroyttu arbeiðsmøguleikarnar í Tórshavnar kommunu. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fer harumframt at leggja fram um jaligu gongdina í høvuðsstaðnum. Eisini greiðir Hugskotið frá vaksandi huginum og dirvinum hjá føroyingum at skapa sítt egna starv.
Øll, sum luttaka á tiltakinum, eru við í lutakastinum um tveir Sveiggj-ferðaseðlar frá Atlantic Airways og ein flytipakka frá Smyril Line.