Hóskvøldið 29. august kl. 19 skipar Hugskotið aftur fyri íverksetarakafé í Posthúskjallaranum. Evnið hesaferð er marknaðarføring á Facebook. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Røðarin á íverksetarakaféini er danski Nick Traulsen, sum er forstjóri í fyritøkuni The Marketing Guy. Í framløguni fer Nick at greiða frá týdningarmiklastu royndunum, sum hann og fyritøkan The Marketing Guy hava vunnið sær, undir heitinum: ”S.A.L.E.S. –model” – Den hellige gral til at opnå success på de sociale medier”.
S.A.L.E.S – modellið lýsir fimm faktorar, sum ein fyritøka skal hava fyri at fáa góð úrslit á Facebook. Í framløguni fer Nick at avdúka hesar, og tú fært ítøkilig amboð at bæði fremja tínar styrkir og at betra teg á sosialum miðlum.
Um The Marketing Guy
The Marketing Guy er ein fyritøka í Keypmannahavn, sum hevur serkunnleika innan marknaðarføring á Facebook. Serligt fyri fyritøkuna er, at hon bert fæst við marknaðarføringsátøk á Facebook og at starvsfólkini eru ímillum fremstu Facebook-serfrøðingar í Danmark. Fyritøkan The Marketing Guy hevur gjørt átøk á Facebook fyri hundraðtals fyritøkur.