Fyritøkan Faroeknit sum selur troyggjur og bindiuppskriftir, selur stóran part av sínum vørum á amerikanska marknaðinum og eru vørurnar marknaðarførdar ígjøgnum Instagram, har fyritøkan í dag hevur yvir 15.000 fylgjarar.
Randi Hjelm Debes sum hevur stovnað fyritøkuna, kemur á tiltakinum at greiða frá hennara vegi út á altjóða marknaðin og hvussu hetta hevur eydnast við at brúka ein sosialan miðil sum høvuðs-sølukanal.
Tiltakið, Born Global – Fyritøkur á altjóða marknaðinum, verður sett kl 13 av landstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálaráðum, Poul Michelsen.
Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.