Í samstarvi við Hugskotið, Tórshavnar Kommunu og Umhvørvisstovuna, bjóðar Fróðskaparsetur Føroya øllum áhugaðum til alment tiltak um verksetan av Heimsmálunum hjá ST hósdagin 28. mars í auluni á Finsens.
Nógv hevur verið at frætt um Heimsmálini seinastu tíðina, og hvussu Føroyar frameftir skulu arbeiða við Heimsmálunum. Við hesum tiltakinum, verður sjóneykan sett á, hvussu arbeitt verður beinleiðis við Heimsmálunum í ymiskum organisatiónum í Føroyum.
Skrá:
– Magni Arge, Tjóðveldi
Burðardyggu Heimsmálini á Føroyskum
– Rúni Rasmussen, Løgmansskrivstovan
Landsstýrið og Heimsmálini
– Umhvørvisstovunan
Heimsmálini og Umhvørvisstovan
– Óluva Vang, Tórshavnar Kommuna
Heimsmálini í Tórshavnar kommunu
– Sóley H. Hammer, Hugskotið
Burðardyggar loysnir, útboð og eftirspurningur
– Steðgur
– Jay Friedlander, College of the Atlantic
Verksetan av Heimsmálum umvegis Abundance Cycle Framework og dømi um ymiskar loysnir frá verkstovuni “Abundance Cycle Framework” (25.-27. mars 2019)
Øll eru vælkomin.