Hvør skal umboða Føroyar í Creative Business Cup 2018?
Hósdagin 23. august kl. 13 verður áhugavert tiltak í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum. Fimm nýggjar innovativar verkætlanir verða lagdar fram fyri einum dómarapaneli, sum skal taka støðu til, hvør verkætlan skal umboða Føroyar í altjóða finaluni í Keypmannahavn í november. Dómararnir eru Heini Zachariassen, Brynhild Absalonsen, John Rajani og Jónhild Rasmussen, og sum nakað heilt serstakt verður tað Fríðrikkur Krúnprinsur sum avdúkar vinnaran og handar vinningin. Tær fimm verkætlanirnar, sum eru við í kappingini, fevna um alt frá KT, telemedicin, innovatión innan trygd, talgild málmenning, appir, brúkslutir og føroyskar rávørur.
Eisini hevur altjóða kendi íverksetin Heini Zachariassen eitt kveikjandi upplegg fyri áhoyrarunum, har hann deilir út av sínum mongu royndum innan íverksetan.
Creative Business Cup er ein altjóða íverksetarakapping har kappast verður um heiðurin at verða heimsins besti íverkseti innan kreativar vinnur. Endamálið við kappingini er, at varpa ljós á og stuðla íverksetarum og fyritøkum í kreativu vinnuni, umframt at verða bindilið millum íverksetarar, íleggjarar og altjóða marknaðin. Í ár taka fleiri enn 70 lond lut í kappingini í Keypmannahavn.
Í Føroyum verður kappingin skipað sum eitt samstarv millum Vinnuframa, Íverksetarahúsið, Fróðskaparsetur Føroya og Hugskotið.
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin. Til ber at melda seg á https://www.nyskapan.org/creativebusinesscup
Tað er avmarkað pláss. Freistin at melda seg til er mánadagin 20.august.