Hóskvøldið 17. mai kl 19:00 bjóðar Hugskotið aftur inn til Íverksetarakafé í Posthúskjallarunum, har íverksetarar, vinnulívsfólk og áhugaði hava møguleika at hittast til fyrilestur, netverkan, kaffi og prát.
Evnið hesaferð verður marknaðarføring og verður tað Sølvi Jespersen sum fer at fortelja hvussu ein kann marknaðarføra sína vøru ella tænastu.
Sølvi Jespersen er útbúgvin Cand.Merc.It frá Copenhagen Business School og hevur hollar royndir innan marknaðarføring. Hann starvast sum talgildur marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways, sum hevur verið við í fleiri føroyskum marknaðarførings átøkum, ið hava fingið altjóða heiðurslønir. Harumframt er Sølvi formaður í Felagið Føroysk Marknaðarfólk.
Hann kemur at greiða frá nýggjastu rákunum og møguleikum innan marknaðarføring við útgangsstøði í føroyskum og útlendskum átøkum, og sjálvsagt verður eisini møguligt hjá áhoyrarunum at seta spurningar.
Kom og hoyr meira um marknaðarføring, og fá góð ráð, hvussu tú kanst betra um tína marknaðarføring.
Okkurt gott verður til góman.
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.