Listaverkstova: Ein Burðardygg Yrkisleið

Verkstovan er fyri listafólk, sum hava áhuga í at stovna ella menna sína egnu fyritøku.

Málbólkurin er skapandi íverksetarar og listafólk á øllum stigum og í fjølbroyttum skapandi vinnugreinum, m.a tónlist, glaslist, leirlist, myndlist, filmslist, sjónleik, handverk, dansarar o.a.
Pláss er til 20 luttakandi, soleiðis at atlit verður tikið til hvønn einstaka.
Fyrilestrarhaldarar eru íverksetari og saksofonistur Kristina Thede Johansen, úr Føroyum, og tónleikari og lívsháttsmennari Lisbeth Rysgaard, úr Danmark.

Á verkstovuni verður dentur lagdur á:

– Hvussu tú mennir títt virki, soleiðis at tað gevur fíggjarligt yvirskot og hvussu tú skapar ein úrslitagóðan gerandisdag við yvirliti yvir tínum virksemi
– Hvussu tú samskipar teg, tá tú bæði ert verkætlanarleiðari, mennari, granskari, seljari og oftani sjálvur ein partur av framleiðsluni/veitingini.
– Hvussu tú skapar yvirlit yvir allar uppgávur, heldur skil á tínari sjálvsleiðslu, og finnur drívmegi til at skapa hægri inntøkur í tínum virki.

Kostnaður: 600kr.

Tilmeldast kann á heimasíðu kvøldskúlans:
https://tilmelding.kvoldskulin.fo/SignUp2.aspx?SchoolID=9702

Um leinkjan ikki riggar, far so inn á:
http://www.kvoldskulin.fo/
Trýst síðani á gula fýrakantin á høgru síðu, har “TILMELDING” stendur á. Finn skeið nummar 1950 og melda til.

Mynd: Helle Thede Johansen

Onnur tiltøk

Tíð Tiltak
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Pætur Jakobsen á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Tania Ellis á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:30 - 16:00 Jens Brandt Bering á Vinnuforum
02/05/2022 Kl. 19:00 - 21:00 Matoyðsl
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Chik Collins
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Hákun Djurhuus
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Heini Winthereig Rasmussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Marita Debess Magnussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Regin Jacobsen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Tórheðin Jensen