Hvussu skal fyritøkan eita?
Tá ið tú byrjar nýtt virksemi hevur fyritøkan tørv á einum navni. Tað er ikki altíð so lætt at finna júst rætta navnið, tí møguleikarnir eru so nógvir. Men hav í huga tá ið tú skalt velja títt navn m.a hesi viðurskiftini
-
Kanna um navnið er tøkt
-
Samsvarar navnið við vøruna og tænastuna tú veitir, nú og í framtíðini
-
Skilur navnið seg frá øðrum nøvnum á marknaðinum
-
Gevur navnið meining fyri kundan
-
Kann navnið brúkast á alnótini og á sosialum miðlum
-
Kann navnið brúkast á altjóða marknaðinum
Sniðgeving av búmerki
Eins og við navninum er vert at hugsa um hvussu tú ynskir at títt búmerki skal vera. Sí leinkju til íblástur og góð ítøkilig ráð tá ið tað kemur til at sniðgeva títt búmerki, her.
Hjá Patent- og Varemærkestyrelsen kanst tú fáa skrásett títt virkisnavn og búmerki sum vørumerki og harvið tryggja tær einarætt til navnið. Skrásetingin gevur tó ikki treytaleysa verju av búmerki og navni.