Vakstrarhjólið
Vakstrarhjólið er eitt góðkent amboð til íverksetan og menning, og Hugskotið er sertifiserað í at nýta Vakstrarhjólið. Við at nýta Vakstrarhjólið kann Hugskotið á einfaldan hátt hjálpa at nágreina, hvørjar avbjóðingar og møguleikar fyri menning eru til staðar.
Tað finnast 4 avbjóðingar, sum støða skal takast til og sum eru grundleggjandi byggikubbar til at byggja eina fyritøku upp. Avbjóðingarnar eru at fáa eina áhugaverda virkisætlan, ein sterkan bygnað, eitt varandi kundasamband og ein lønandi rakstur. Avbjóðingarnar eru tær somu fyri allar fyritøkur. Vakstrarhjólið tryggjar, at atlit verða tikin til øll viðurskifti.
Vakstrarhjólið® (Growthwheel®) er stovnað í 2008 av David Madie, sum sjálvur er íverkseti. Vakstrarhjólið verður nýtt av yvir 1.300 góðkendum ráðgevum í 25 londum. Krøvini til at ráðgeva innan Vakstrarhjólinum er sertifisering í Vakstrarhjólinum.
Virkisætlan
Hugskot
-
Hvat er missiónin, og hví skulu vit
stovna eina fyritøku -
Hvat er okkara tilverurættur
-
Hvat er visjónin fyri framtíðina
Vøruúrval
-
Hvussu skal okkara vøruúrval síggja út
-
Skulu vit menna ymiskar vørur til ymiskar kundar
-
Hvussu tryggja vit støðuga vørumenning
Virkisleistur
-
Seta saman ein leist, sum er áhugaverdur
-
Finna rætta prísin og røttu faktureringina
-
Hava ein príspolitikk, sum er áhugaverdur bæði fyri fyritøkuna og kundan
Kundabólkar
-
Finna teir bestu kundabólkarnar
-
Víðka um kundaúrvali við fleiri kundabólkum
-
Skraddaraseyma vørur, tænastur og samskifti til teir ymisku kundabólkarnar
Marknaðarstøða
-
Fáa kunnleika til marknaðin og skapa samstarv við ymiskar leikarar á marknaðinum
-
Fáa kunnleika til kappingarneytar
-
Finna mátar at skara framúr
Bygnaður
Eigarar & nevnd
-
Seta saman rætta eigaraskaran
-
Tryggja samstarv
-
Velja røttu nevndina
Starvsfólk
-
Skapa størv og innihald
-
Seta røttu starvsfólkini
-
Menna eina sterka virkismentan
Mannagongdir
-
Leggja effektivar mannagongdir til rættis
-
Skjalprógva avgerandi mannagongdir
-
Savna, skráseta og deila vitan
Samstarvsfelagar
-
Finna út av, hvørjum samstarvi tørvur er á
-
Finna røttu samstarvsfelagar og veitarar
-
Seta ferð á samstarvið
Løgfrøðilig viðurskifti
-
Tryggja rættindi hjá fyritøkuni mótvegis starvsfólkum og samstarvsfeløgum
-
Tryggja handilstreytir hjá fyritøkuni í sáttmálum og avtalum
-
Tryggja vørumerki, patent og líknandi, um tað er neyðugt
Kundasamband
Netverk
-
Fáa sær eitt netverk, sum kann skapa nýggj sambond
-
Skapa kundatilgongd gjøgnum sítt netverk
-
Skapa virksemi í teimum røttu netverkunum
Marknaðarføring
-
Velja røttu samansetingina, tá tað snýr seg um marknaðarføring
-
Skapa vitan og skilja ynskir og tørv hjá kundunum
-
Savna kunning um kundarnar, sum kann nýtast í marknaðarføringini
Søla
-
Styrkja søluna í øllum liðum
-
Hækka talið av møguligum nýggjum kundum, sum føra til tilboð og sølu
-
Betra um kundatænastuna, soleiðis at kundarnir keypa aftur
Samskifti & PR
-
Fáa umrøðu í miðlunum um fyritøkuna, vørur og tænastur
-
Laga samskiftði til ymiskar miðlar
-
Nýta egnar miðlar til serligar kundabólkar
Branding
-
Gera av, hvørji virðini hjá fyritøkuni eru, og gera tey sjónlig
-
Velja ein visuellan og málsligan samleika
-
Liva eftir sínum virðum og vera ektaður og álítandi
Rakstur
Fíggjarstýring
-
Nýta roknskap og fíggjarætlan fyri at fáa ein betri rakstur
-
Tryggja gjaldførið gjøgnum effektiva skuldarastýring debitorstýring
-
Rokna út og áseta prísir, sum tryggja ein góðan vinning
Fígging
-
Tryggja fígging til at fremja íløgur, sum eru við til at geva yvirskot
-
Finna teir bestu hættirnar at fíggja rakstur og vøkstur
-
Skapa sterk og varandi bankasambond
Vøruveiting & verkætlanarstýring
-
Tryggja, at veitingar til kundar verða útintar/uppfyltar
-
Gera góðskutrygging av veitingargongdini
-
Verkseta verkætlanir og veitingar skjótt og væl
KT-skipanir
-
Finna og velja KT-skipanir, sum kunnu effektivisera mannagongdir, skrásetingar, innsavnan og inn- og útgjaldingar
-
Hava yvirlit við og seta í verk nýggja tøkni
-
Førleikamenna starvsfólk til at nýta skipanir og tøkni
Hentleikar
-
Velja rætta stað at hava fyritøkuna
-
Skapa eitt mennandi skrivstovu- og arbeiðsumhvørvi
-
Tryggja effektivar mannagongdir í fyrisitingini