Stuðul at byrja virksemið
Sum íverksetari og fyritøka hevur tú møguleika at søkja stuðul frá fleiri ymiskum grunnum.
Vinnuframi veitir stuðul til íverksetan, menning, ráðgeving og sølu. Endamálið við Vinnuframa er, at hann skal stuðla vinnuni í avmarkaðan mun – uttan at veita rakstrar- og íløgustuðul. Grunnurin stuðlar tiltøkum, sum fjøltátta vinnulívið og betra um nýtsluna av vitan.
Sum heild virkar Vinnuframi eftir sama leisti sum Grunnurin til ídnaðarfremjandi endamál. Tøki peningurin til stuðulsjáttanir eru árligu játtanirnar á fíggjarløgtingslógini, inntøkurnar hjá grunninum og ársúrslitið hjá grunninum frá undanfarnum ári.
Framtaksgrunnur Føroya ger íløgur í føroyskt vinnulív og veitir ábyrgdarlán. Framtak hevur ein serstakan leiklut í føroyska samfelagnum. Sum váðafúsur og tolin íleggjari ger Framtak íløgur í føroyskt vinnuliv við at seta partapening í og við at veita ábyrgdarlán til nýggjar og eldri føroyskar fyritøkur.
Framtak er ein vinnurekandi grunnur og virkar eftir marknaðartreytum eins og vinnan sjálv. Tískil er leikluturin hjá Framtak sum partaeigari avmarkaður til, at fyritøkan hevur fingið gott sølubæri.
Møguligi vinningurin av søluni verður nýttur til at gera fleiri íløgur í føroyskar fyritøkur, sum grunnurin metir hava menningarmøguleikar. Í einum altjóðagjørdum heimi virkar føroyskt vinnulív eftir somu altjóða marknaðartreytum sum altjóða vinnulív. Fortreytir broytast skjótt, og nýggir møguleikar stinga seg upp. Tað er m.a. tí av alstórum týdningi, at nýggjar fyritøkur royna seg, og eldri fyritøkur tillaga seg. Hetta virksemið krevur kapital og ein tolnan íleggjara sum Framtak. Ein grunnur, ið sær møguleikan fyri avkasti í langtíðarætlanum.
Vestnorden Fonden veitir lán til íløgur.
TF Íløgur ger íløgur í føroyskt vinnulív. Endamálið hjá S/F TF Íløgum er at reka allan handil. Málið hjá felagnum er at verða ein av fremstu íleggjarunum á føroyska marknaðinum. TF Íløgur virkar samsvarandi partafelagslógini og samsvarandi viðtøkum felagsins og hesum høvuðsreglum. S/F TF Íløgur ger í høvuðsheitum íløgur í føroyskt vinnulív og stuðlar undir hugsjónini hjá TF Holding um at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum.
Royndin ger íløgur í vinnuvirksemi. Føroya Lívstrygging setti í oktober 2005 á stovn íløgufelag. Navnið á felagnum er P/F Royndin. Felagið er stovnað við einum eginpeningi upp á 20 mió. kr. Endamálið við felagnum er sum framtaksfelag at gera íløgur í vinnuvirksemi. Fyri at hava so lítlar rakstrarútreiðslurnar, sum til ber, verður raksturin av íløgufelagnum í byrjanini samskipaður við rakstrinum hjá Føroya Lívstrygging.
Tað er sum ein partur av langtíðaríløguætlanini hjá Føroya Lívstrygging, at íløgufelagið Royndin varð stovnað. Eins og hjá flestøllum eftirlønarfeløgum er størsti parturin av íløgunum hjá Føroya Lívstrygging í lánsbrøvum. Tó verða eisini íløgur gjørdar í partabrøv.
Virksemið, sum íløgufelagið Royndin hevur, er í stóran mun at gera íløgur í partabrøv og møguliga sum ábyrgdarpeningur í føroyskum feløgum, sum ikki eru skrásett á einum virðisbrævamarknaði. Tað er ein orsøk til, at hesin parturin av íløguvirkseminum hjá Føroya Lívstrygging verður lagdur í eitt sjálvstøðugt felag. Á henda hátt fæst ein greiðari skilnaður millum virksemið hjá Føroya Lívstrygging og virksemið hjá íløgufelagnum Royndini.
Tjaldur ger íløgur í vinnuvirksemi.
Vækstfonden veitir vakstrarlán og vakstrarkautión til føroyskar fyritøkur. Vakstrarlán inngongur í eini samlaðari fíggjarloysn, ið inniber fígging frá bankum ella øðrum. Lánið stendur sum upprunastøði aftan fyri lán og ogn frá bankum ella øðrum tryggjaðum kravánarum. Lánið kann nýtast til fyritøkur, har trygdin ikki er nóg mikil til, at bankin sjálvur kann bera fíggingina. Eitt vakstrarlán skal minimum vera 2 mió. kr.
Vakstrarkautión frá Vækstfonden kann vera upp til 75% av einum láni til eina fyritøku, ið ikki kann stilla trygdina yvir fyri bankanum. Vakstrarkautiónsmøguleikin kann nýtast av øllum fíggjarstovnum við fígging upp til 2 mió. kr. til smáar og millumstórar fyritøkur.