Byrjan av virksemi
Øll, sum hava vinnuliga sølu av vørum og tænastum, skulu skrásetast í Vinnuskránni hjá TAKS. Skrásetingarskyldan fevnir bæði um einstaklingavirki, íognarfeløg, felagsskapir og almenn virkir. Harumframt skulu feløg, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya, eisini skrásetast í vinnuskránni. Fráboðan um skráseting skal sendast TAKS átta dagar áðrenn, at virksemið byrjar.
At seta felag á stovn
Um tú sum íverksetari skalt stovna felag, er umráðandi at fáa ásett, hvør felagsháttur loysir seg best, og hvussu fyritøkan best kann røkka sínum vakstrarmálum við hesum hátti.
Einstaklingavirki
Tann einfaldasti hátturin at byrja at reka vinnuligt virksemi er at stovna eitt einstaklingavirki. Eitt einstaklingavirki er tengt at eigaranum, har eigarin hevur persónliga ábyrgd av øllum skyldum hjá fyritøkuni. Tann persónliga ábyrgdin hevur við sær, at eigarin kann ábyrgdast við øllum, sum viðkomandi eigur.
Tað eru eingi krøv um minstakapital í einum einstaklingarvirki. Einstaklingavirkir hava skyldu at føra bókhald og gera ein skattaroknskap. Einstaklingavirkir skulu skrásetast fyri MVG. Hetta er tó treytað av, at árliga inntøkan er yvir 30.000 krónur. Er inntøkan undir 30.000 krónur um árið, skal ikki gjaldast MVG.
Íognarfelag
Eitt íognarfelag er eitt persónsrikið felag, har eigaratalið skal vera tveir eigarar ella fleiri. Eigararnir kunnu bæði vera privatpersónar og kapitalfeløg.
Hvør eigari ábyrgdast persónliga og solidariskt fyri skuldina hjá virkinum. Persónliga merkir, at eigararnir ábyrgdast við øllum, teir eiga, og solidariskt merkir, at hvør einstakur eigari hevur ábyrgd av allari skuldini hjá virkinum.
Tað er einki krav um minstakapital, sum merkir, at felagið kann byrja uttan eitt kapitalgrundarlag.
Felagið skal gera bókhald og lata inn eina skattafrágreiðing til TAKS.
Einstaklingavirkir skulu skrásetast fyri MVG hjá TAKS. Er inntøkan undir 30.000 krónur, skal felagið ikki gjalda MVG.
Samløgufelag
Eitt samløgufelag er ein blandingur av tveimum felagsformum, ið eyðkennir felagið við tveimum ella fleiri luttakarum, har luttakararnir hefta ymiskt og harvið ikki luttaka á jøvnum føti í rakstrinum.
Tað er eitt krav, at í minsta lagi ein partur í felagnum heftir persónliga og heftir fyri alla skuldina, sum felagið átekur sær.
Partafelag
Eitt partafelag er eitt vinnurekandi kapitalfelag. Eigararnir í einum partafelagi verða nevndir partaeigarar, ið kunnu vera ein ella fleiri í tali. Við einum partafelagi er ábyrgdin avmarkað, har partaeigararnir ikki hefta persónliga fyri skyldur felagsins. Um felagið fer á húsagang, missa partaeigararnir einans peningaupphæddina, teir hava lagt í felagið.
Eitt partafelag skal hava sínar egnu viðtøkur, har tað verður ásett, hvat endamálið er við felagnum og hvør situr í nevndini o.s.fr.
Eitt partafelag skal hava ein innskotskapital áljóðandi 500.000 krónur. Partafeløg skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya.
Skattur av vinninginum hjá partafeløgum er 18%. Partafeløg, sum útluta vinningsbýti til fysiskar persónar, skulu halda 35% aftur í skatti.
Smápartafelag
Eitt smápartafelag er eitt kapitalfelag. Eigararnir í einum smápartafelagi verða nevndir smápartaeigarar, ið kunnu vera ein ella fleiri í tali.
Við einum smápartafelag er ábyrgdin avmarkað, har smápartaeigararnir ikki hefta persónliga fyri skyldur felagsins. Um felagið fer á húsagang, missa smápartaeigararnir einans peningaligu íløguna, sum teir koyrdu í felagið.
Smápartafeløg skulu hava ein kapital áljóðandi 80.000 krónur, har hesin kapitalur verður lækkaður til 50.000 krónur 1. januar 2017.
Smápartafeløg skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya.
Skattur av vinninginum hjá smápartafeløgum er 18%. Smápartafeløg, sum útluta vinningsbýti til fysiskar persónar, skulu halda 35% aftur í skatti.
Íverksetarafeløg
Frá 1. januar 2017 verður møguligt at stovna íverksetarafelag við 1 krónu til 49.999 krónur í kapitali. Felagið skal tó samla 25% av árliga yvirskotinum, inntil felagskapitalurin er áljóðandi 50.000 krónur.
Eitt íverksetarafelag er eitt kapitalfelag, har ábyrgdin er avmarkað, og eigararnir ikki hefta persónliga fyri skyldur felagsins.
Um felagið fer á húsagang, missa eigararnir einans peningaliga virðið, teir koyrdu inn í felagið.
Íverksetarafeløg skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya.
Skattur av vinninginum hjá einum íverksetarafelagi er 18%. Íverksetarafeløg, sum útluta vinningsbýti til fysiskar persónar, skulu halda 35% aftur í skatti.
Skráseting av einstaklingavirki og íognarvirki
Tá ið einstaklingavirki skal skrásetast, skal skrásetingarskjal til vinnuskránna, saman við eini rakstrarætlan, sendast TAKS. Rakstrarætlanin kann gerast fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið, men skilagott er at gera rakstrarætlanina fyri tvey til trý ár.
Er talan um íognarfelag, skulu allir eigarar undirskriva skrásetingarskjalið. Saman við skrásetingarskjalinum skulu eisini ein rakstrarætlan og ein íognarsáttmáli latast TAKS, sum er undirskrivaður av øllum eigarunum.
Skrásetingin av partafeløgum og smápartafeløgum
Skráseting Føroya sendir TAKS fráboðan, tá ið feløg verða skrásett hjá Skráseting Føroya. Fyri at TAKS kann skráseta feløgini í vinnuskránni, skal TAKS hava skrásetingarskjal til vinnuskránna, viðtøkurnar, stovningarsamtyktina og tekningarlistan, har víst verður, hvør hevur inngoldið partapeningin.