Nýskapan í Ferðavinnuni

14. januar til 22. februar 2018


Nýskapan í ferðavinnuni

 


41351af8-2a64-4220-9f08-6bf6be12156b.jpg

  

Nýskapan í ferðavinnuni

Sum nakað nýtt fara Hugskotið og Visit Tórshavn at skipa fyri einum ferðavinnu- og íverksetaradíkjara undir heitinum ‘Nýskapan í ferðavinnuni’. Talan er um eitt sonevnt ‘start up accelerator’ tiltak fyri íverksetar og nýggjar ella smærri fyritøkur í ferðavinnuni.

Endamálið er at eggja íverksetum til nýhugsan á ferðavinnuøkinum, at stuðla nýggjum fyritøkum, ið arbeiða við ferðavinnu, og at spjaða ferðavinnuna bæði landafrøðiliga og yvir árið.

Ferðavinnan er vorðin ein týðandi vinnugrein við fleiri inntøkumøguleikum, og tí ynskja vit at stuðla undir, soleiðis at fleiri og fjølbroyttari ferðavinnutilboð verða ment, har góðska og tænastustøði er í hásæti, sigur Sóley Heradóttir Hammer, umsitari á Hugskotinum.

‘Nýskapan í ferðavinnuni’ er ætlað sum ein verkstova við ráðgevum knýttum at verkætlanini. Tiltakið verður í tíðarskeiðinum 14. januar til 22. februar. Øll, sum hava eina verkætlan ella fyritøku innan ferðavinnu, eru vælkomin at søkja um eitt pláss.

Tær verkætlanir, ið verða útvaldar til tiltakið, fáa ókeypis innivist í Hugskotinum í seks vikur umframt hjálp og vegleiðing frá vinnulívsfólkum, lyklapersónum í ferðavinnuni, ráðgevum í Hugskotinum og Visit Tórshavn. Tiltakið verður skipað sum verkstova, har luttakarar koma at arbeiða við egnum verkætlanum, umframt at fyrilestrar vera á skránni.

Tiltakið endar við, at verkætlanirnar verða lagdar fram fyri møguligum íleggjarum og samstarvsfeløgum.