Høvuðsvirksemið hjá Hugskotinum er at veita ráðgeving til íverksetarar og fyritøkur. Hevur tú eitt hugskot ella arbeiðir tú við eini verkætlan og manglar íblástur ella sparring, so hjálpa vit í Hugskotinum tær fegin. Tænastan er ókeypis og altíð í trúnaði.
Hugskotið hevur til endamáls at stimbra undir menningini av einum fjøltáttaðum vinnnulívi í kommununi við at veita verksetum góðar karmar, har rúm er fyri íblástri, nýhugsan og nýskapan. Har eggjað verður til at virka og deila vitan, har arbeitt verður miðvíst fyri at veita íverksetum og fyritøkum holla og viðkomandi ráðgeving. Vinnan hevur ymiskan tørv og ymiskar avbjóðingar, tí leggur Hugskotið seg eftir at veita eina tænastu frá byrjan til framhaldandi menning av fyritøkuni.
Ráðgevingin hjá Hugskotinum er ókeypis, og eingi mørk verða sett fyri, hvør kann fáa ráðgeving. Ráðgevingin fer fram í hølunum hjá Hugskotinum, men kemur tað eisini fyri, at samskiftið fer fram umvegis alnótina. Allar ráðgevingar frá Hugskotinum verða veittar í trúnaði. Hugskotið ráðgevur sera breitt, og til ráðgevingarnar verður millum annað viðurkenda amboðið vakstrarhjóli nýtt, eisini er møguligt at fáa løgfrøðiliga ráðgeving um millum annað, hvussu eitt felag verður stovnað.
Við ynski um eitt fjølbroyttari vinnulív í Tórshavnar Kommunu setti kommunan sær sum mál at skapa neyðugu karmar og seta á stovn eitt nýskapanarhús. Í apríl 2014 lótu hurðarnar hjá Hugskotinum upp fyri íverksetum og øðrum áhugaðum í snotuligu hølunum í Niels Winthersgøtu. Frá fyrsta degi hevur tað verið góð undirtøka fyri virkseminum hjá Hugskotinum, sum bara hevur vundið uppá seg. Í mars 2017 flutti Hugskotið frá miðbýnum út í Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju 15, sum hevur givið munandi betri karmar til nýskapanarhúsið.
Hugskotið hevur frá byrjan bjóðað íverksetum innivist í snotiligum og kveikjandi hølum. Við at fleiri sita saman í stórum skrivstovulandslagi er møguligt at tosa saman um hugskot, menning og at netverka.
Eisini leggur Hugskotið seg eftir at styrkja um nýhugsan og íverksetan í kommununi, við at skipa fyri ymiskum tiltøkum. Hetta verður eisini gjørt í tøttum samstarvið við aðrar aktørar innan nýhugsan og íverksetan.
Vinnuforum
VINNUFORUM – Tórshavnar kommuna sum vinnubýur
Vinnuforum 2023 verður fríggjadagin 1. september frá kl 13:00 til kl 15:30 í Kongshøll.
Á Vinnuforum verður fokus sett á evnir, ið eru viðkomandi fyri vinnuna, og í sambandi við at Tórshavnar kommuna skal hava ein orðaðan vinnupolitikk, verður evnið á Vinnuforum hesaferð Tórshavnar kommuna sum vinnubýur.
Hesi húsast hjá okkum
Hesi hava húsast hjá okkum
Zagga tá hini zigga
5 boð uppá at finna egið stev
Tað ræður um at menna eitt egið hugskot. Eitt einfalt hugskot, ofta so einfalt, at tað er ótrúligt ongin hevur brúkt tað áður.
Vistarar um Hugskotið
Gerst partur av Hugskotinum.
Send umsóknina nú.
Vit eru hugskotið
Hugskotið hevur til endamáls at stimbra undir menningini av einum fjøltáttaðum vinnnulívi í kommununi við at veita verksetum góðar karmar, har rúm er fyri íblástri, nýhugsan og nýskapan. Vís meira.
Sóley H. Hammer
Leiðari
soleyhh@torshavn.fo
Tel. (+298) 289333
Súsanna Laursen
Samskipari
susannal@torshavn.fo
Tel. (+298) 213326
Anton
Klippfisk
klippfisk@klippfisk.fo
Tel. (+298) 222325