Vilt tú læra meira um, hvussu tú kanst selja og marknaðarføra tínar vørur og tænastur á netinum? Hugskotið skipar aftur fyri íverksetarakafé mikukvøldið 6. mai kl. 19 – hesa ferð á netinum. Øll eru vælkomin við á íverksetarakafé, sum verður skipað sum eitt sonevnt “webinar”. Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug.
Netsøla er voksin við rúkandi ferð seinastu tveir mánaðirnar, ímeðan korona hevur herjað á kring allan heimin. Hetta hevur tvingað nógvar fyritøkur til at hugsa øðrvísi, men hevur eisini latið upp fyri heilt nýggjum møguleikum at røkka út til nýggjar kundar.
Jákup Justinussen, sum er ein av fremstu serfrøðingunum í Føroyum innan fyri talgilda marknaðarføring, fer í sínum fyrilestri m.a. at greiða frá, hvussu tú kemur í gongd við netsølu. Hvønn plattform skalt tú velja? Hvussu tekur tú ímóti gjaldi?
Tú fert eisini at læra um, hvussu tú marknaðarførir tína vøru á netinum. Jákup fer at tosa um, hvussu tú gert tína fyritøku sjónliga á Google, Instagram og Facebook. Hann fer harumframt at greiða frá, hvussu tú kanst brúka “remarketing”, “email marketing” og “influencer marketing” í sambandi við tína marknaðarføring.
Undirvísingin er væl egnað til tín, sum umhugsar at fara í gongd við sølu á netinum. Hon er eisini væl egnað til tín, sum longu selur á netinum, men ynskir at duga tað betur. Tú ert eisini vælkomin at lurta við, hóast tú ikki hevur ítøkiligar ætlanir, men bert hevur áhuga fyri evninum. 🙂
Tiltakið verður skipað sum eitt sonevnt “webinar”, har tú sært og hoyrir undirvísaran á skerminum. Eisini verður møguligt at skriva spurningar til undirvísaran, ímeðan tiltakið er í gongd.
Um undirvísaran
Jákup Justinussen hevur seinastu 6 árini ráðgivið og hjálpt yvir 100 fyritøkum og stovnum á føroyska marknaðinum við marknaðarføring og samskifti á talgildum miðlum. Hann hevur serliga arbeitt nógv við sosialum miðlum – bæði við skeiðsvirksemi, ráðgeving, átøkum, content-arbeiði – og undirvísir innan hægri nám á Glasi. Jákup hevur lisið BA í Communication & Media (Bournemouth University) og MSc. í Digital Marketing (University of Southampton).