Frá hugskoti til vinnu

Vit veita íverksetum góðar karmar, har rúm er fyri íblástri, nýhugsan og nýskapan í einum kveikjandi umhvørvi.

Karmar, netverk og ráðgeving fyri sámuligan kostnað

Zagga tá hini zigga

Trý boð uppá at finna egið stev

Tað ræður um at menna eitt egið hugskot. Eitt einfalt hugskot, ofta so einfalt, at tað er ótrúligt ongin hevur brúkt tað áður.

Vistarar um Hugskotið

Mær dámar ógvuliga væl at vera í Hugskotinum, tí har eru óvanliga góðir karmar, eitt gott umhvørvi og so arbeiðir Hugskotið allatíð við at tillaga og optimera umhvørvið til tørvin hjá íverksetarunum.

GILLI HARALDSEN
Wired Relations

Her er eitt ógvuliga inspirerandi umhvørvi. Tað er gevandi at vera saman við fólki, sum brenna fyri tí, tey gera, og tey eru sera góð at sparra við um alt tað, sum tú skalt hava fokus á, tá tú byggir eina nýggja fyritøku upp. Tað er sum at vera við á einum liði.

HEINI WINTHEREIG RASMUSSEN
Rák

Eg byrjaði sum sjálvstøðug vinnurekandi í 2018 og kendi meg sera einsamalla í fyritøkuni, sum bara eri eg. Eg søkti ráðgeving í Hugskotinum og fekk samstundis at vita, at man kundi fáa innivist har. Tað er besta avgerð, eg havi tikið.

ODA WILHELMSDÓTTIR ANDREASEN
Go Local Faroe Islands

Gerst partur av Hugskotinum.
Send umsóknina nú.

Vit eru hugskotið

Hugskotið hevur til endamáls at stimbra undir menningini av einum fjøltáttaðum vinnnulívi í kommununi við at veita verksetum góðar karmar, har rúm er fyri íblástri, nýhugsan og nýskapan. Vís meira.

Sóley H. Hammer
Sóley H. Hammer

Leiðari

soleyhh@torshavn.fo

Tel. (+298) 289333

Súsanna Laursen
Súsanna Laursen

Samskipari

susannal@torshavn.fo

Tel. (+298) 213326

Anton
Anton

Klippfisk

klippfisk@klippfisk.fo

Tel. (+298) 222325