Ráðgeving-01-Godrad.jpg

Góð ráð til tín, ið umhugsar at gerast íverksetarið

Motivatión og greið mál eru umráðandi, um tú sum íverksetari og fyritøka skalt hava framgongd.

  • Hevur tú førleikarnar, sum skulu til fyri at veruleikagera tína verkætlan? Kanska er neyðugt at hava ein samstarvsfelaga, sum hevur aðrar førleikar enn tú.

  • Handilshugskot og innovatión snúgva seg eisini um at síggja nýggjar samansetingar heldur enn nýggj hugskot. Tað er ikki neyðugt at uppfinna tann djúpa tallerkin hvørjaferð.

  • Tú kanst læra nógv frá tínum kappingarneytum, og tí er umráðandi at eygleiða teir, so at tú kanst skilja teg burtur úr og verða meira kappingarførur.

  • Ikki brúka ov nógva orku upp á at fullfíggja tína tænastu, áðrenn tú fert út á marknaðin. Sum Jesper Buch sigur, ‘launch crap, but launch!’

  • Øll hava tørv á hjálp – eisini íverksetarar. Aftra teg tí ikki at biðja um hjálp.

  • Minst til, at øll gera feilir. Feilirnir kunnu menna teg og gera teg sterkari, tí tú ognar tær nýggja vitan. Lær av tínum feilum og endurtak ikki mistakið


Nýt títt netverk

Teir fyrstu kundarnir spretta ofta úr netverkinum. Netverkið kann nýtast til sparring og menning av vøruni/tænastuni. Sum nýbyrjari er tað tí umráðandi at duga at brúka sítt netverk.

  • Í einum netverki eru ofta vinir, kenningar, fyrrverandi starvsfelagar, samstarvsfelagar, kappingarneytar og aðrir íverksetarar.

  • Tú kanst víðka títt fakliga netverk við sosialum miðlum, felagsskapum ella byrja títt egna netverk.

  • Vit mæla eisini til at luttaka á fyrilestrum, skeiðum og viðkomandi ráðstevnum fyri at menna títt fakliga netverk.