Tíð
12/12/2024 Kl. All Day
Hósdagin 12. desember verður eitt forkunnugt skeið um vinnueinglaíløgur á Panorama á Hafnia.
Í fjør skipaði Hugskotið saman við Business Angels Norway fyri skeiði, har endamálið var, at læra at virðismeta og gera íløgur í byrjunarfyritøkur. Á skeiðinum vórðu lunnar lagdir undir fyrsta føroyska einglanetverkið FarBAN.
Nú verður aftur skipað fyri einum skeiði, har endamálið er, at kveikja og víðarimenna vinnueinglar í Føroyum. Undirvísari verður Rita Anson frá NorBAN. Harumframt luttaka vinnueinglar úr Norra, Danmark, Íslandi og Føroyum. Hesir eru Ólavur Ellefsen (FarBAN), Ragnheiður Magnúsdóttir (Nordic Ignite), Svein Magnus Sørensen (NorBAN) og Jón Ingi Bergsteinsson (IceBAN og DanBAN).
At enda vera framløgur frá fyritøkum úr Føroyum, Íslandi, Norra og Grønlandi, sum søkja um íløgur og høvi verður at meta um fyritøkurnar saman við limum úr IceBAN, BanArtic og NorBAN.
Niðanfyri er skrá fyri dagin og kostnaðurin fyri skeiðið er 995,- kr íroknað morgunmat, miðmála, kaffi og okkurt leskandi at enda við.
Tað er avmarkað pláss til skeiðið. Melda til skeiðið her: https://forms.office.com/e/zAMj5p7u0p