Tíð
09/09/2022 Kl. 13:00
Fríggjadagin 9. september verður tiltakið “Frá heimamarknaði til heimsmarknað” í Finsen í Havn, har ljós verður varpað á altjóða marknaðin sum okkara heimamarkað. Á tiltakinum fara føroyskar KT-fyritøkur at greiða frá teirra royndum og avbjóðingum á altjóða marknaðinum.
Ein teirra er KT-fyritøkan Nemlia, sum hevur ment eina serliga skipan til eldraøkið. Skipanin er ein eyka hjálp til røktarstarvsfólk og avvarðandi, sum taka sær av eldri fólki ella øðrum, sum hava tørv á hjálp. Røktarstarvsfólk og/ella avvarðandi fáa beinanvegin boð, tá ávísar broytingar fara fram hjá búfólkunum, og hetta kann tí fyribyrgja vandastøðum – eitt nú fyribyrgja, at eldri fólk detta. Hetta ger, at tey verða tryggari og fáa betri lívsgóðsku. Fyri røktarstarvsfólk og avvarðandi betrar skipanin arbeiðsumstøðurnar, minkar strongd og hjálpir røktarstarvsfólkunum at veita dygdargóða umsorgan.
Tað verður stjórin í fyritøkuni, Peer Bentzen, sum kemur at greiða frá royndunum hjá Nemlia at náa út um landoddarnar og hugleiða um fortreytirnar hjá føroyskum fyritøkum at eydnast á altjóða marknaðinum.
Peer Bentzen hevur drúgvar leiðsluroyndir í altjóða KT-vinnuni. Í yvir 20 ár hevur hann arbeitt hjá stórum altjóða internet- og KT-fyritøkum, eitt nú hjá AOL, Microsoft og nú seinast hjá Deutsche Post, DHL. Peer hevur verið við til at talgilda ein hóp av tænastum, millum tær kendastu eru Office 365, Beta, og E-post. Hann hevur eisini verið ráðgevari og mentor hjá altjóða íverksetarum í eitt drúgt áramál.
Tiltakið verður fríggjadagin 9. september frá kl. 13:00 – 15:00 í Finsen. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Tó er neyðugt at melda til tiltakið