Tíð
25/11/2024 Kl. All Day
Arbeiðir tú við einum ferðavinnuhugskoti ella hevur tú eina ferðavinnufyritøku og ynskir at brynja hana til komandi ferðavinnuár? So kanst tú søkja um at luttaka í átakinum Nýskapan í ferðavinnuni, sum verður í Hugskotinum frá 20. januar til 7. mars 2025, har tú fært møguleika at arbeiða miðvíst við tínum hugskoti ella tínari fyritøku í sjey vikur. Umsóknarfreistin er til og við mánadagin 25. november.
SØK UM LUTTØKU TIL NÝSKAPAN Í FERÐAVINNUNI 2025 HER
Átakið er skipað sum ein vinnudíkjari. Hetta merkir, at verulig ferð verður sett á menningina av verkætlanunum hetta tíðarskeiðið. Luttakandi verkætlanir fáa sjey skraddaraseymaðar vikur við ráðgeving frá mentorum og sparring við fremstu serfrøðini innan ferðavinnuna. Vit kunnu bjóða ráðgeving innan hugskotsmenning, prísásetan, marknaðarføring o.a. Luttakararnir hittast fyrrapartar millum tvær og tríggjar ferðir um vikuna og fáa høvi at luttaka á spennandi verkstovum við undirvísing, framløgum og netverkan.
Endamálið við Nýskapan í ferðavinnuni er, at eggja íverksetarar til nýhugsan á ferðavinnuøkinum og at stuðla menningini av fyritøkum, ið reka ferðavinnuvirksemi. Umframt at menna eitt burðardygt ferðavinnugrundarlag, sum skapar virði fyri borgarar og ferðafólk. Málbólkurin er bæði núverandi ferðavinnufyritøkur ið ynskja at brynja seg til komandi ferðavinnuár, og spírar á íverksetaraøkinum, ið ynskja at byrja ferðavinnuvirksemi.
Nýskapan í ferðavinnuni byrjar 20. januar 2025 og endar við einum forkunnugum tiltakið fríggjadagin 7. mars.
Hevur hetta vakt tín áhugað ella ivast tú, um tín verkætlan lýkur treytirnar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, so vit kunnu fáa eitt prát um, hvat tú ynskir at fáa burturúr hesum átaki. Tú kann seta teg í samband við Hugskotið á hugskotid@torshavn.fo, tlf. 289333 ella Visit Tórshavn á tordisb@torshavn.fo, tlf 284008.
Øll, sum hava áhuga í at arbeiða við sínum ferðavinnuhugskoti ella -fyritøku, eru vælkomin at søkja um luttøku.
SØK UM LUTTØKU TIL NÝSKAPAN Í FERÐAVINNUNI 2025 HER
Umsóknarfreistin er til og við mánadagin 25. november. Avmarkað pláss.
Hugskotið og Visit Tórshavn hava síðani 2019 skipað fyri hesum átaki, sum seinastu árini hevur stimbrað undir menningina av nógvum nýggjum fyritøkum í ferðavinnuni. Alt í alt hava 37 fyritøkur luttikið í átakinum.
Hugskotið og Visit Tórshavn