Móttøka – Nýskapan í ferðavinnuni

Tíð
07/03/2025 Kl. 13:00 - 15:30


Fríggjadagin 7. mars kl. 13:00 verður forvitnislig móttøka í Müllers Pakkhús, tá ið endabresturin av átakinum Nýskapan í ferðavinnuni er á skrá. Seinastu sjey vikurnar hava átta spennandi ferðavinnuverkætlanir luttikið í átakinum, sum Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands hava skipað fyri.

Tær átta verkætlanirnar, sum fara at vísa síni úrslit fram í Müllers Pakkhús, eru:

  • Eyðun Egholm – Egholm tours
  • Pauli Joensen – Explorefaroes.fo
  • Anna Maria Østerø – Nólsoyarstova
  • Sabina Poulsen – Sabina Faroe Travel
  • Bára Joensen – Varmakeldugarðurin
  • Eirikur á Húsamørk – Húsamørk
  • Sólgerð Andreassen – Sansan
  • Michael Koba – The Meeting Company

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, bjóða vælkomin til henda hugnaliga seinnapartin.

Harumframt kemur Rúna V. Højgaard, ið stendur fyri menningini av ferðavinnuhagtølunum á Hagstovu Føroya, at greiða frá ferðavinnuni í Føroyum í tølum.

Hugnaligi og kveikjandi seinnaparturin endar við ábiti afturvið góðum fríggjadagstónum frá Sunnevu Háberg Eysturstein. Høvið verður eisini at vitja básarnar, og síggja og hoyra meiri um spennandi verkætlanirnar hjá luttakarunum í Nýskapan í ferðavinnuni.

Øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin. Melda til her: https://forms.office.com/e/f5uAc96ymD

Onnur tiltøk

Tíð Tiltak
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Pætur Jakobsen á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Tania Ellis á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:30 - 16:00 Jens Brandt Bering á Vinnuforum
02/05/2022 Kl. 19:00 - 21:00 Matoyðsl
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Chik Collins
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Hákun Djurhuus
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Heini Winthereig Rasmussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Marita Debess Magnussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Regin Jacobsen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Tórheðin Jensen