Tíð
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00
Fríggjadagin 20. mai verður tiltakið Vitan, Vinna og Visjón í Kongshøll, har ljós verður varpað á, hvussu gransking kann gagna vinnulívi og samfelagi, og hvussu vinnulívið kann gagna granskingini – eisini frælsu granskingini – í Føroyum.
Roynd vinnulívsfólk fara at hava framløgur um, hvussu granskingarumhvørvið í Føroyum kann styrkjast. Ein av teimum er Marita Debess Magnussen. Marita er stovnari og stjóri í fyritøkuni Thetis, sum bleiv kosin ársins Vinnuátak á Vinnudegnum 2021, og ársins Íverksetarafyritøka í 2020. Marita hevur eina ph.d. í mikrobiologi, og eigur og rekur nú eina vaksandi fyritøku, sum er grundað á gransking og innovatión.
Marita fer undir heitinum ‘Frá útbúgving, til gransking til vinnu’ at hugleiða um, hvønn týdning útbúgving og granskingarførleikar hava fyri vinnuvirksemið, og hvussu vinnuvirksemið kann verða við til at menna útbúgving og gransking.
Tað eru Tórshavnar kommuna, Hugskotið og Fróðskaparsetur Føroya, sum skipa fyri evnisdegnum, har seinnaparturin er á tremur við royndum, netverkan og íblástri.