Tíð
20/04/2023 - 21/04/2023 Kl. 00:00
Hugskotið skipar saman við Business Angels Norway og North Atlantic Business Angels Network fyri forkunnugum skeiði, har endamálið er at læra at virðismeta og gera íløgur í fyritøkur.
Undirvísarar á skeiðnum verða royndir íleggjarar frá Business Angels Norway, umframt Ben Arabo, stjóri í Framtak, og Kári Davidsen, løgfrøðingur við hollari vitan í vinnulívsrætti og fíggjargeiranum.
Harumframt fær tú møguleika at gerast partur av fyrsta Norður Atlantiska Business Angel netverkinum og netverka við íleggjarar og felags áhugaði.
Á skeiðnum verður komið inn á hesi evnir:
● Hvat merkir tað at verða ein Angel Investor
● Hugtøk innan ílegging
● Løgfrøðilig viðurskiftir og Due Diligence tilgongdir
● Hvussu tú screenar eina start-up fyritøku
● Virðisásetingarhættir
● Hvørjir faktorar ávirka virðið á eini fyritøku
Harumframt verður á skeiðnum netverkað við íleggjarar og fyritøkur.
Skeiðið verður hildið í døgunum 20. og 21. apríl á Hotel Brandan.
Kostnaður við miðmála hósdag og døgurða fríggjadag er 1695 kr. Tað er avmarkað pláss til skeiðið. Melda til her.
Sí nærri kunning um skeiðið her.