Kvinnur, íverksetan og vøkstur

Tíð
04/03/2025 Kl. 15:00 - 17:00


Altjóða kvinnudagurin nærkast og tí skipar Hugskotið aftur fyri einum kveikjandi tiltaki í Reinsarínum 4. mars kl. 15.00, har fokus verður sett á kvinnuligar íverksetarar.

Á skránni verða fleiri stuttar framløgur frá spennandi virkisstovnarum, sum fara at greiða frá teirra íverksetaraferð. Hesar eru Beinta Poulsen, stovnari av Einstakt, Helena Højgaard, stovnari av Leirverk, Elin Brimnes, stovnari av Blóm Studio, og Mirjam Reinert Olsen, stovnari av Stjørnuskotinum.

Harumframt fáa vit vitjan av Mariu Fagranes Clemmensen frá Tech Nordic Advocates. Maria kemur at greiða frá síni persónligu og læruríku íverksetaraferð, umframt hvussu Tech Nordic Advocates arbeiðir við at stuðla kvinnuligum íverksetum.

Eisini koma Sóley Heradóttir Hammer og Súsanna Laursen úr Hugskotinum, at greiða frá rákinum í føroyska íverksetaraumhvørvinum, tá ið talan er um kvinnur og íverksetan, og hvørjar tænastur Hugskotið kann veita.

Tiltakið endar við netverkan, boblum og søtum frá Omaná og tónum frá Haraldsen.

Øll sum hava áhuga í íverksetan eru hjartaliga vælkomin. Melda til tiltakið her:

Onnur tiltøk

Tíð Tiltak
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Pætur Jakobsen á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Tania Ellis á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:30 - 16:00 Jens Brandt Bering á Vinnuforum
02/05/2022 Kl. 19:00 - 21:00 Matoyðsl
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Chik Collins
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Hákun Djurhuus
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Heini Winthereig Rasmussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Marita Debess Magnussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Regin Jacobsen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Tórheðin Jensen