Tíð
05/03/2024 Kl. 00:00
Á skránni verður fleiri stuttar framløgur frá spennandi virkisstovnarum, sum fara at greiða frá teirra íverksetaraferð. Hesar eru Harriet Olafsdóttir av Gørðum, stovnari av ByOlafsdóttir, Malene Fisker Waag, stovnari av Omaná, Heidi Mortensen, stovnari av Atlanta og Joan Sørensen, ein av stovnarunum í Flowcore.
Harumframt fáa vit vitjan úr Íslandi. Ragnheiður Magnúsdóttir fer at greiða frá gongdini í íslendska íverksetaraumhvørvinum, tá ið talan er um kvinnuligar virkisstovnarar og íleggjarar. Ragnheiður hevur drúgvar royndir á íverksetarapallinum í Íslandi, bæði sum mentor, íleggjari og sum nevndarlimur í fleiri íslendskum startups. Umframt tað, er hon ein av stovnarunum í íløgufelagunum Nordic Ignite, ið serliga leggur seg eftir at gera íløgur í byrjunarfyritøkur har javnstøða er í íverksetaratoyminum.
Eisini koma Sóley Heradóttir Hammer og Súsanna Laursen úr Hugskotinum, at greiða frá rákinum í føroyska íverksetaraumhvørvinum, tá ið talan er um kvinnur og íverksetan, og hvørjar tænastur Hugskotið kann veita.
Tiltakið endar við netverkan, boblum og brellbitum frá Omaná.
Øll sum hava áhuga í íverksetan eru hjartaliga vælkomin. Melda til tiltakið her.