Kveikjandi ferðavinnutiltak í Broncks

Tíð
03/03/2023 Kl. 13:00 - 16:00


Fríggjadagin 3. mars kl. 13:00 verður eitt forvitnisligt tiltak í veitsluhølunum Broncks, tá ið endabresturin av átakinum Nýskapan í ferðavinnuni er á skrá. Seinastu sjey vikurnar hava nýggju spennandi ferðavinnuverkætlanir og -fyritøkur luttikið í átakinum, sum Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Vágar hava skipað fyri.
Tær nýggju verkætlanirnar, sum fara at leggja síni úrslit fram í Broncks fríggjadagin, eru:

  • Heðin Poulsen – Remót Travel
  • Jenny á Dalbø Guttesen – Fjósið
  • Jake Eisele – Hidden Pass Travel
  • Eirikur Jákupsson og Rógvi Helmsdal – Ognartænastan
  • Marit Johansdóttir Magnussen – Gisting í Miðvági og Mykinesi
  • Johan Hansen – Vitastova
  • Katrina í Geil – Bindiskeið til ferðandi
  • Guðrun Poulsen og Martin Jensen – Føroyar.live
  • Wong Fai Yin – Wong’s Travel

Harumframt koma stovnarin og eigarin av Guldsmeden, Sandra Weinert og PR- og samskiftisleiðarin, Kirsten Aggersborg, at greiða frá um søguna handan Guldsmeden Hotels.
Í 1999 lótu Sandra og Marc Weinert upp teirra fyrsta hotell í Aarhus. Í dag eiga tey níggju gistingarhús, eitt nú í Keypmannahavn, Berlin, Oslo og Reykjavík. Harumframt eiga tey eitt marglætis ferðamannastað á Bali.
Tey hava frá byrjan lagt stóran dent á burðardygd, marglæti og gestablídni, sum sæst aftur í teirra serstøku hotellum. Sandra og Kirsten fara millum annað at greiða, hvussu henda spennandi íverksetaraferðin byrjaði, hvussu burðardygd virkar sum kjarnan í virkseminum, um samskifti á sosialu miðlunum og um framtíðarætlanir í fyritøkuni.

Hugnaligi og kveikjandi seinnaparturin endar við reseptión og fríggjadagstónum frá Jazzyjazz við Jasmin Mote. Høvi verður eisini at vitja básarnar og at síggja og hoyra meiri um spennandi verkætlanirnar hjá luttakarunum í Nýskapan í ferðavinnuni.

Øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin. Tó er plássið til tiltakið avmarkað, tí er neyðugt við tilmelding. Melda til her.

Onnur tiltøk

Tíð Tiltak
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Pætur Jakobsen á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Tania Ellis á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:30 - 16:00 Jens Brandt Bering á Vinnuforum
02/05/2022 Kl. 19:00 - 21:00 Matoyðsl
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Chik Collins
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Hákun Djurhuus
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Heini Winthereig Rasmussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Marita Debess Magnussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Regin Jacobsen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Tórheðin Jensen