Tíð
09/09/2022 Kl. 13:00
Fríggjadagin 9. september verður tiltakið “Frá heimamarknaði til heimsmarknað” í Finsen í Havn, har ljós verður varpað á altjóða marknaðin sum okkara heimamarkað. Á tiltakinum fara føroyskar KT-fyritøkur, at greiða frá sínum royndum og avbjóðingum á altjóða marknaðinum. Ein teirra er Globetracker, sum framleiðir útgerð og mennir forrit til sporing, eftirlit og stýring av bingjum. Globetracker varð stovnað í 2016, og er skrásett í Danmark og hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og Florida, umframt virksemi í Íslandi. Við loysnini hjá Globetracker kunnu flutningsfeløg og teirra kundar alla tíðina fáa at vita, hvar vørurnar eru, og hvussu hiti og onnur viðurskifti í bingjunum eru. Eisini ber til at fáa ávaringar, um til dømis streymslit er, og til ber at loysa trupulleikar við køliskipanini uttan at vera á staðnum.
Á tiltakinum í Finsen fer Jákup Lamhauge, CSO í Globetracker eitt nú at greiða frá teirra ferð inn á altjóða marknaðin, umframt at hann kemur við góðum ráðum um, hvussu aðrar føroyskar fyritøkur kunnu fyrireika seg til altjóða marknaðin.
Tiltakið verður fríggjadagin 9. september frá kl. 13:00 – 15:00 í Finsen. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Tó er neyðugt at melda til tiltakið