Tíð
17/09/2026 Kl. 19:00 - 21:00
Íverksetarakafé í Reinsarínum
Kom við til eitt spennandi kvøld við íblástri, royndum og praktiskari vitan fyri íverksetar og onnur, ið hava áhuga fyri at byrja ella menna egna fyritøku.
Á skránni eru:
Ólavur Ellefsen – Usable
Ólavur fer at tosa um, hvussu íverksetarar kunnu brúka vitlíki til at menna hugskot, loysa uppgávur og fáa meira burtur úr tíðini. Hvar gevur vitlíki veruligt virði, hvat eigur tú at ansa eftir, og hvussu kemur tú í gongd?
Karin Laksafoss – Bókin.fo
Karin fer at tosa um bókhald fyri byrjarar og deila sínar egnu royndir við at stovna og reka fyritøku.
Tiltakið er fyri øll, sum eru forvitin um íverksetan, bæði tey, sum longu eru í gongd, og tey, sum ynskja at forvitnast.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Tó er neyðugt at melda seg til frammanundan.
Melda til her: https://forms.cloud.microsoft/e/04JwZ0VjME
