Tíð
22/09/2022 Kl. 19:00 - 21:00
Hósdagin 22. septembur kl. 19.00 skipar Hugskotið aftur fyri Íverksetarakafé. Tá verður ljósið kastað á upphavsrættarlógina. Tiltakið vendir sær serliga til teirra, ið eru í skapandi vinnuni, men øll eru tó hjartaliga vælkomin.
Tað verður Jónas Tór Næs, løgfrøðingur, ið dagliga starvast hjá Faroe Law, ið fer at greiða frá. Jónas Tór hevur holla vitan um ta føroysku lógina um upphavsrætt, og hann fer eitt nú at greiða frá:
- Hvørjar lógir eru á tí sonevnda immaterialrættarliga økinum, og hvør umsitur tær?
- Hvat fevnir upphavsrættarlógin um?
- Hvør hevur upphavsrætt, og hvat ber tað í sær at hava upphavsrætt?
- Hvørji undantøk eru?
- Hvat um onkur kopierar/plagierar, og hvar gongur markið fyri ólógligum kopi ella lógligum íblástri?
- Hvussu handhevjar rættindahavari sín upphavsrætt?
Um Jónas Tór Næs
Jónas er útbúgving løgfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Eftir 7 ár í landsfyrisitingini er hann nú hjá advokatfyritøkuni Faroe Law í Magnus Heinasonargøtu 10
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin, men neyðugt er við tilmelding. Melda til her