Tíð
29/03/2023 Kl. 19:00 - 21:00
Mikudagin 29. mars kl. 19:00 skipar Hugskotið aftur fyri Íverksetarakafé. Hesaferð verður evnið fíggjarstýring og tað verður Tróndur Hentze Sørensen, stjóri í Slóð, sum kemur at greiða frá.
Góð fíggjarstýring er avgerandi, tá ið talan er um at byggja upp og reka eina sterka og støðuga fyritøku. Umráðandi er, at hava neyvt yvirlit yvir fíggjarstøðuni hjá fyritøkuni, og við røttu amboðunum kann hetta gerast á ein einfaldan hátt.
Á kvøldinum fert tú at fáa innlit í amboð og evnir so sum:
- Rakstrarætlan – samanborin við roknskapartøl
- Skiftisavlop (dekningsbidrag) – týdningarmiklasta lyklatalið
- Gjaldføri – hvussu brúkar tú eina gjaldførisætlan (likvidietetsbudget)
- Er prísásetingin røtt? – forvinnur fyritøkan pening
- Lyklatøl – hvørji lyklatøl eru umráðandi at hyggja nærri eftir?
- Hvussu sampakka rakstrar- og gjaldførisætlanirnar, og hvussu kunnu hesar nýtast í mun til innanhýsis og uttanhýsis stýring og samskifti.
Tróndur er útbúgvingin Cand.merc í fígging, íløgu og roknskapi, og er stovnari og eigari á bókhaldsfyritøkuni Slóð.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin, men neyðugt er við tilmelding. Melda til her.
Hugskotið bjóðar kaffi og okkurt gott afturvið.
Um Íverksetarakafé:
Íverksetarakafé er eitt afturvendandi tiltak, sum Hugskotið skipar fyri, har ymisk evnir, ið eru viðkomandi fyri íverksetarar og íverksetarafyritøkur, verða tikin upp. Endamálið er, at skapa karmar til vitanardeiling og netverkan í hugnaligum umhvørvi fyri íverksetarar, vinnurekandi og áhugaði.