Filmur – Framløgur – Fimmari

Tíð
13/06/2025 Kl. 15:00 - 17:00


Hugskotið og Filmshúsið bjóða inn til ein spennandi seinnapart.

Fríggjadagin 13. juni kl 15:00 verður bjóðað inn til fríggjadagshugna og netverkan í hølinum hjá Hugskotinum og Filmshúsinum á 3. hædd í Sjóvinnuhúsinum.

Á skránni verða stuttar framløgur frá spennandi íverksetarum í filmsvinnuni. Heiðrikur á Heygum fer at greiða frá arbeiðinum við fyrsta føroyska songfilminum Island fever. Anton Petersen fer at greiða frá um og vísa ein brellbita av spælifilmin Into the heart , sum hann í løtuni leggur seinastu hond á. Gudmund Helmsdal fer at greiða frá útbreiðslu, og stóru verkætlanina Vandaferð. Eisini verður ábit og okkurt leskandi at fáa.

Hvar: Sjóvinnuhúsið, 3. hædd
Nær: Fríggjadagin 13. juni kl. 15:00 til 17:00

Øll eru hjartaliga vælkomin, tó er plássið avmarkað, so meldið til her: https://forms.office.com/e/yfrbYiiFhU

Onnur tiltøk

Tíð Tiltak
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Pætur Jakobsen á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Tania Ellis á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:30 - 16:00 Jens Brandt Bering á Vinnuforum
02/05/2022 Kl. 19:00 - 21:00 Matoyðsl
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Chik Collins
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Hákun Djurhuus
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Heini Winthereig Rasmussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Marita Debess Magnussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Regin Jacobsen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Tórheðin Jensen