Tíð
07/11/2024 Kl. 19:00 - 21:00
Hevur tú eina ferðavinnufyritøku ella kundi tú hugsað tær at verði partur av ferðavinnuni í 2025? Kom við til eitt kveikjandi kvøld í Perluni hóskvøldið 7. november kl 19:00, har sjóneykan verður sett á nýggjastu rákini í ferðavinnuni.
Tiltakið er ætlað øllum, sum hava áhuga í ferðavinnu og íverksetan. Á skránni eru fleiri áhugaverdar og kveikjandi framløgur frá spennandi ferðavinnuaktørum. Tordis K. á Rógvi, frá Visit Tórshavn bjóðar vælkomin og hugleiðir um ferðavinnuárið 2025. Súsanna Sørensen frá Visit Faroe Islands kemur at greiða frá nýggjastu ferðavinnurákunum. Sóley Heradóttir Hammer og Súsanna Laursen frá Hugskotinum koma at greiða frá vælumtókta vinnudíkjaran “Nýskapan í ferðavinnuni”, og hvussu tú kanst luttaka í átakinum í 2025. Harafturat eru stutt upplegg frá fyritøkunum Føroyar Live, Rent Your Car og Eatlocal, sum allar hava luttikið í Nýskapan í ferðavinnuni. Eisini fer royndi íverksetin Michael Koba at greiða frá persónligum ferðavinnuroyndum undir heitinum “Talgild sjálvverja”.
Hugskotið og Visit Tórshavn skipa fyri. Tiltakið er ókeypis, og tað er avmarkað atgongd.