Tíð
18/09/2025 Kl. 17:00 - 19:00
Tað at gera feilir ella ‘at feila’ er ein náttúrligur partur á leiðini hjá einum og hvørjum íverksetara – so hví ikki læra av mistøkunum hjá hvørjum øðrum?
Hugskotið fer sum nakað nýtt at venda sjóneykuna á júst hetta við tiltakinum Feilir í fokus, sum verður í Hugskotinum hósdagin 18. september kl. 17.00-19.00.
Á tiltakinum verður høvið at hoyra frá íverksetarum, sum hava staðið við veruligum avbjóðingum. Teir greiða frá sínum størstu mistøkum, hvat gekk galið, og – tað týdningarmesta av øllum – hvat teir lærdu av tí.
Kom og hoyr:
Ólavur Ellefsen, stjóra í Flowcore og Michael Koba, filmsframleiðara, greiða frá teirra feilum – stórum og smáum, og hvat teir báðir royndu íverksetararnir hava lært av teimum.
Hetta er eitt serligt høvi at flenna, netverka, læra og fáa ráð sum tú kanst brúka á tíni egnu íverksetaraleið.
Øll eru vælkomin, og tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding.
