Tíð
01/09/2023 Kl. 13:00 - 15:30
Fríggjadagin 1. september verður Vinnuforum í Kongshøll. Evnið hesuferð er vinnulív í Tórshavnar kommu nú kommunan skal hava ein orðaðan vinnupolitikk.
Á tiltakinum verða fleiri stuttar framløgur frá vinnulívsfólkum úr spennandi føroyskum fyritøkum. Guðrun Rógvadóttir, stjóri í Guðrun & Guðrun, er ein teirra. Guðrun fer undir heitinum ‘Export av Vaglinum’ at hugleiða um Føroyar og Tórshavn sum ferðamannaland– og bý, og um hvønn týdning stimbran av ferðavinnuni hevur hevur fyri vinnulívið.
Tað eru Tórshavnar kommuna og Hugskotið sum skipa fyri vinnutiltakinum Vinnuforum, har lagt verður upp til ein spennandi seinnapart, har vinnan og kommunan fáa høvi at hittast til netverkan og íblástur.
Tiltakið endar við einari móttøku, har høvi verður at fáa eitt prát við viðkomandi starvsfólk í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu.
Vinnuforum er eitt afturvendandi tiltak hjá Tórshavnar Kommunu og Hugskotinum, har bjóðað verður inn til ein spennandi seinnapart, har vinnan og kommunan fáa høvi at hittast til netverkan og íblástur. Hetta er eitt tiltak, sum hevur til endamál at fáa tættari samstarv millum vinnu og kommunu, ið eisini er ein fortreyt fyri vøkstri og framburði.
Tiltakið er ókeypis, og tað er avmarkað atgongd. Melda til tiltakið her: https://forms.office.com/e/KThRJvWtaF