Endabrestur fyri Nýskapan í ferðavinnuni í OY

Tíð
20/03/2026 Kl. 13:00 - 15:30


Fríggjadagin 20. mars kl. 13:00 verður móttøka í OY, tá endabresturin av átakinum Nýskapan í ferðavinnuni er á skránni. Á tiltakinum fara átta verkætlanir at leggja fram úrslitini av arbeiðinum, sum tær hava arbeitt við seinastu sjey vikurnar.

Átakið Nýskapan í ferðavinnuni er skipað av Hugskotinum, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands. Í ár hevur átakið havt serligt fokus á føroyskar matvørur og ferðaminni, og átta verkætlanir hava luttikið í vinnudíkjaranum, har tær hava ment nýggj hugskot og vørur til ferðavinnuna.

Tær átta verkætlanirnar eru:

  • Valborg Jensen – 62Nordic
    Cristian og Diana í Garði – Føroya Kips
    Sunnvá á Geilini Asano
    Jógvan Edmund og Eydna á Geilini
    Andras Eyðunsson á Lofti – Galdr
    Jan E. Petersen – Primafisk
    Lisabett og Verner Hansen
    Gunhild Dahl Niclansen og Kári Klettskarð í Kongsstovu

Heðin Mortensen, formaður í vinnunevndini í Tórshavnar kommunu, og Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, bjóða vælkomin. Eisini fer víðakendi Michelin-kokkurin Poul Andrias Ziska at hugleiða, áðrenn verkætlanirnar verða lagdar fram.

Á tiltakinum verður eisini høvi hjá gestum at práta við luttakararnar, smakka teirra vørur og hoyra meira um verkætlanirnar.

Tiltakið er alment og ókeypis, men neyðugt er við tilmelding í seinasta lagi 18. mars.

Tilmelding fer fram her.

Øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin, men tað er avmarkað pláss, so vit mæla til at melda til sum skjótast.

Onnur tiltøk

Tíð Tiltak
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Pætur Jakobsen á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Tania Ellis á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:30 - 16:00 Jens Brandt Bering á Vinnuforum
02/05/2022 Kl. 19:00 - 21:00 Matoyðsl
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Chik Collins
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Hákun Djurhuus
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Heini Winthereig Rasmussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Marita Debess Magnussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Regin Jacobsen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Tórheðin Jensen