Tíð
09/09/2022 Kl. 13:00
Fríggjadagin 9. septembur verður tiltakið “Frá heimamarknaði til heimsmarknað” í Finsen í Havn, har ljós verður varpað á altjóða marknaðin sum okkara heimamarkað.
Á skránni vera áhugaverdir fyrilestrahaldarar úr Tel Aviv. Ein av teimum er Osnat Lautman, ið er ein altjóða viðurkendur serfrøðingur innan vinnumentanir og hevur skrivað bestseljandi bókina “Israeli Business Culture”. Osnat fer undir heitinum “Building a Global Mindset” at greiða frá ísraelsku vinnumentanini og hugleiða um munin millum ymiskar vinnumentanir, herundir føroysku vinnumentanina. Harumframt kemur hon inná hvussu tjóðskaparlig og mentunarlig viðri ávirka bæði samskifi og samstarv millum lond.
Tað eru Framtak, Vinnuframi, Íverksetarahúsið og Hugskotið sum skipa fyri degnum, har seinnaparturin er á tremur við royndum, netverkan og íblástri.