Tíð
09/09/2022 Kl. 13:00
Fríggjadagin 9. september verður tiltakið “Frá heimamarknaði til heimsmarknað” í Finsen í Havn, har ljós verður varpað á altjóða marknaðin sum okkara heimamarkað. Á tiltakinum fara føroyskar KT-fyritøkur at greiða frá sínum royndum og avbjóðingum á altjóða marknaðinum. Ein teirra er
FarPay, ein spennandi KT-fyritøka, sum veitir framkomnar gjaldsloysnir til vinnulívið. FarPay hevur kundar í Føroyum, Danmark og Grønlandi, men FarPay arbeiðir eisini við at víðka um virksemi til onnur lond og longu nú er størsti parturin av umsetninginum hjá FarPay uttan fyri Føroyar.
FarPay hevur fingið heiðurin sum “Ársins íverkseti” 2019, og sum “Børsen Gazelle 2021”.
Bárður Háskor, sum er ein av stovnarunum, fer eitt nú at greiða frá royndunum hjá FarPay á danska og grønlendska marknaðinum.
Tiltakið verður fríggjadagin 9. september frá kl. 13:00 – 15:00 í Finsen. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Tó er neyðugt at melda til tiltakið