Nýskapan í ferðavinnuni 2026 – føroyskar matvørur og ferðaminni í fokus

Tíð
08/01/2026 Kl. All Day


Í februar seta HugskotiðVisit Tórshavn og Visit Faroe Islands aftur ferð á vinnudíkjaran Nýskapan í ferðavinnuni – eitt átak, sum hevur verið við til at menna føroysku ferðavinnuna síðani 2019. Hesa ferð verður serligur dentur lagdur á produktmenning innan matvørur, fyri at menna fleiri ferðaminni (souveneirs) við høgari góðsku og skapa eitt fjølbroyttari úrval av vørum við lokalum rávørum. Vinnudíkjarin byrjar mánadagin 2. februar og koyrir í seks vikur, við tiltøkum 1–2 ferðir um vikuna í dagtímunum. Átakið endar við einum braki 20. mars, har luttakararnir leggja fram síni úrslit. Luttakararnir luttaka í eini tilgongd sum er skraddaraseymað við verkstovum og fakligari sparring innan produktmenning, søguforteljing, innpakking, design, leveransu og marknaðarføring.

Endamálið er at hjálpa smærri framleiðarum og fyritøkum innan matmentan og ferðavinnu at taka næsta næsta stigið – frá hugskoti til sniðgivna og søluklára vøru. Tørvurin á matvørum við góðari góðsku, ið eisini kunnu brúkast sum gott ferðaminni úr Føroyum er vaksandi, og átakið hevur til endamáls at fáa fleiri framleiðarar at menna vørur, sum bæði ferðafólk og føroyingar ynskja at ogna sær. Luttakarar verða valdir út millum smærri fyritøkur og einstaklingar, sum kundu hugsað sær ella longu arbeiða innan matframleiðslu og ferðavinnu.

Átakið er ókeypis og tað er avmarkað pláss. Umsóknarfreistin er 8. januar, og uppfylgjandi samrøður verða við luttakarir 12. og 13. januar. Um tú hevur áhuga í at luttaka, vinaliga fyll út umsóknarskjalið her.

Onnur tiltøk

Tíð Tiltak
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Pætur Jakobsen á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Tania Ellis á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:30 - 16:00 Jens Brandt Bering á Vinnuforum
02/05/2022 Kl. 19:00 - 21:00 Matoyðsl
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Chik Collins
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Hákun Djurhuus
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Heini Winthereig Rasmussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Marita Debess Magnussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Regin Jacobsen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Tórheðin Jensen