Íverksetarakafé um upphavsrætt

Tíð
29/10/2025 Kl. 16:00 - 17:00


Mikudagin 29. oktober 2025 kl. 16.00 skipar Hugskotið aftur fyri Íverksetarakafé. Tá verður ljós varpað á upphavsrætt. Tiltakið vendir sær serliga til teirra, ið eru í skapandi vinnuni, men øll eru tó hjartaliga vælkomin.
Jónas Tór Næs, advokatur, frá advokatvirkinum Faroe Law, fer at greiða frá upphavsrættinum. Eitt nú fer hann at greiða frá:

•       Hvørjar lógir eru á immaterialrættarliga økinum, og hvør umsitur tær?
•       Hvat fevnir upphavsrættarlógin um?
•       Hvør hevur upphavsrætt, og hvat vil tað siga?
•       Hvørji undantøk eru?
•       Hvat um onkur kopierar/plagierar, og hvar gongur markið fyri ólógligum kopi ella lógligum íblástri?
•       Hvussu handhevjar rættindahavari sín upphavsrætt?

Um Jónas Tór Næs
Jónas er útbúgving løgfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Umframt at vera advokatur og partnari í Faroe Law, hevur hann arbeitt í landsstýrinum í nógv ár.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin, men neyðugt er við tilmelding. Melda til her.

Onnur tiltøk

Tíð Tiltak
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Pætur Jakobsen á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Tania Ellis á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:30 - 16:00 Jens Brandt Bering á Vinnuforum
02/05/2022 Kl. 19:00 - 21:00 Matoyðsl
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Chik Collins
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Hákun Djurhuus
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Heini Winthereig Rasmussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Marita Debess Magnussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Regin Jacobsen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Tórheðin Jensen