Tíð
01/09/2023 Kl. 13:00 - 15:30
Kom og hoyr meira um Tórshavnar kommunu, sum vinnukommunu. Fríggjadagin 1. september verður Vinnuforum í Kongshøll. Evnið hesuferð er vinnulív í Tórshavnar kommu nú kommunan skal hava ein orðaðan vinnupolitikk.
Á tiltakinum verða fleiri stuttar framløgur frá vinnulívsfólkum úr spennandi føroyskum fyritøkum. Ein av teimum er Agnes Mols Mortensen, stjóri í burðardyggu fyritøkuni TARI. Agnes var tann fyrsta sum byrjaði taraaling í Føroyum, og á Vinnuforum fer Agnes at greiða frá, hvussu fyritøkan arbeiðir við og mennir burðardyggar framleiðsluhættir og góðsku.
Tað eru Tórshavnar kommuna og Hugskotið sum skipa fyri vinnutiltakinum Vinnuforum, har lagt verður upp til ein spennandi seinnapart, har vinnan og kommunan fáa høvi at hittast til netverkan og íblástur.
Tiltakið endar við einari móttøku, har høvi verður at fáa eitt prát við viðkomandi starvsfólk í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu.
Vinnuforum er eitt afturvendandi tiltak hjá Tórshavnar Kommunu og Hugskotinum, har bjóðað verður inn til ein spennandi seinnapart, har vinnan og kommunan fáa høvi at hittast til netverkan og íblástur. Hetta er eitt tiltak, sum hevur til endamál at fáa tættari samstarv millum vinnu og kommunu, ið eisini er ein fortreyt fyri vøkstri og framburði.
Tiltakið er ókeypis, og tað er avmarkað atgongd. Melda til tiltakið her.