Nýtt átak skal fáa fleiri føroyskar vørur úr sjónum á marknaðin

Tíð
15/10/2026 Kl. 00:00


Mat- og tilfeingishúsið, Sjókovin, iNova, Íverksetarahúsið og Hugskotið fara í heyst undir eitt nýtt átak, sum skal hjálpa fólki og fyritøkum at menna nýggjar vørur úr føroyska havtilfeinginum og fáa tær út á marknaðin.

Nú verður leitað eftir einstaklingum og fyritøkum, sum hava eitt hugskot, tey vilja menna víðari.

Føroyar hava eitt stórt og fjølbroytt tilfeingi úr havinum – og møguleikarnir at skapa meira virði út tí eru nógvir.

Tann 3. november 2026 verður sjósett eitt nýtt átak, har einstaklingar, íverksetarar og fyritøkur fáa møguleika at koma í Mat- og tilfeingishúsið og arbeiða víðari við sínum hugskotum saman við fakfólki.
Endamálið er at fáa meira virði burtur úr føroyska havtilfeinginum og hjálpa góðum hugskotum á leiðini frá rávøru til eina vøru, sum kann koma á marknaðin.

Tú nýtist bara at hava hugskotið!

Tað er ikki ein treyt, at tú longu hevur eina lidna vøru. Tað kann vera eitt hugskot, tú hevur gingið við leingi, ein rávøra, tú sært nýggjar møguleikar í, ella ein vøra, sum longu er undir menning.

Átakið er ætlað teimum, sum sjálvi vilja arbeiða miðvíst við at menna hugskotið víðari. Tú eigur hugskotið og stendur sjálv/ur fyri menningararbeiðinum, meðan fakfólk og samstarvspartar veita ráðgeving, sparring, vitan og karmar til at royna og menna vøruna.

Í Mat- og tilfeingishúsinum fáa luttakararnir fakliga ráðgeving og møguleika at arbeiða við og royna vøruna. Arbeiðið kann fevna um millum annað vørumenning, uppskriftir, royndarframleiðslu, góðsku, haldføri, matvørutrygd, innpakking, framleiðsluhátt og marknað.

Málið er, at hugskotið ikki bara verður verandi eitt hugskot, men kann mennast til eina veruliga og søluklára vøru.

Rávøran skal koma úr sjónum. Tað kann vera fiskur, skeljadjór, tari, hjáframleiðsla frá fiski- og alivinnuni ella annað tilfeingi úr havinum, sum kann fáa nýtt ella størri virði.

Átakið er ætlað bæði einstaklingum, íverksetarum og fyritøkum.

Áhugað kunnu senda eina stutta lýsing av hugskotinum, hvør rávøran er, og hvat tey kundu hugsað sær at ment. Freistin at senda hugskot inn er 15. oktober 2026.

Meira fæst at vita og hugskot kunnu sendast til:

Drós í Ólavsstovu
Mat- og tilfeingishúsið
Teldupostur: drosi@mathusid.fo
Tlf.: 556068

Mat- og tilfeingishúsið, Sjókovin, iNova, Íverksetarahúsið og Hugskotið

Onnur tiltøk

Tíð Tiltak
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Pætur Jakobsen á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Tania Ellis á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:30 - 16:00 Jens Brandt Bering á Vinnuforum
02/05/2022 Kl. 19:00 - 21:00 Matoyðsl
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Chik Collins
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Hákun Djurhuus
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Heini Winthereig Rasmussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Marita Debess Magnussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Regin Jacobsen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Tórheðin Jensen