Tíð
03/05/2024 Kl. All Day
Kom við á forvitnisligu, altjóða Tøkni og listaráðstevnuna TONIK, sum verður í SILO 3.mai.
Endamálið við Tonik er at geva føroysku vinnuni og íverksetum ein kveikjandi og savnandi pall, har møguleiki verður fyri at fáa íblástur frá fremstu føroysku og útlendsku serfrøðingunum, royndum fyritøkum, íverksetum og íleggjarum. Og ikki minst fyri at knýta sambond.
Yvir 20 fyrilestrarhaldarar úr Føroyum, Danmark, Íslandi, Svøríki, Norra, Finlandi, USA og Onglandi fara at hava framløgur á tveimum pallum um nýggjastu kósirnar innan tøkni, nýskapan og íverksetan. Møguleiki verður eisini at luttaka á workshop og síggja føroyskar og altjóða fyritøkur kappast um bestu framløguna fyri íleggjarum og vinna 100.000 kr.
Listafólk okkara, fara at vísa fram teirra nýskapandi loysnir og kreativu tilgongd. Tað serliga við TONIK er samanrenningin millum skapandi vinnuna og tøkni í óhátíðraligum estetiskum umhvørvi, sum skapar bestu karmarnar fyri nýhugsan. Íleggjarar og nýskapandi fyritøkur sita klár til prát í hugnaligum uppihaldsstovum á øllum fimm hæddunum í SILO. Møguleiki verður eisini fyri at seta seg í uppihaldsstovur at kopla úr ella arbeiða og njóta tað sum tey luttakandi bjóða.
Í veitsluni aftaná stevnuna verður døgurði, og okkurt leskiligt afturvið. Ein breið vifta av listarligum og tónleikaligum upplivingum fara at skapa góðan hýr. Vit dagføra javnan heimasíðuna www.tonik.fo.
Toymið aftanfyri TONIK Hugskotið, Framtak, Íverksetarahúsið, Vinnuframi og Uttanríkis- og vinnumálaráðið.